Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - GOSPEL CRUISE 20.-23. AUGUST

GOSPEL CRUISE 20.-23. AUGUST

Komið umborð og njótið framúr gospeltónleik við nøkrum av okkara bestu tónleikarum.

Hugni og tónleikur verður frá morgni til myrkurs, og tá tit vilja hvíla oyruni, kunnu tit leita tykkum inn í eina av okkara matstovum, tí allar máltíðir eru íroknaðar.

 

Vit kunnu fyribils avdúkað hesi nøvnini:

  • Magni Christiansen
  • Blátt Gras
  • Svein í Prestgarði
  • Victor Carlsen
  • Eyðun Jacobsen
  • Ólavur á Váli Olsen
  • Oasubrøður
  • Petur Hans Hansen við bólki
  • Jórun Pólsdóttir

Umborð vera konsertir, dinner music (klaver í Norröna Buffét og Simmer Dim), akkustiskar framførðslur uttanfyri Tax Free handilin og aðrastaðni umborð, og konsertir og sangløtur í Naust.

 

Nærri útgreinað skrá kemur seinni.

 

Prísur fyri hvønn

 

Vaksin: úr kr. 1.495

 

Barn (3-11 ár): úr kr. 995 

 

SMSC

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00