•  
  •  
  •  

Busstúrur til Wien 9. - 19. juni 2019

Smyril Line - Busstúrur til Wien 9. - 19. juni 2019

Busstúrur til Wien 9. - 19. juni 2019

Komið við spennandi busstúr til Wien 

Ferðin byrjar umborð á Norrönu sunnukvøldið 9. juni, har leiðin gongur til Hirtshals.

 

Tá komið verður í land í Hirtshals týsmorgun gongur leiðin fyrst til Berlin, har vit gista í eina nátt á Hotel Plaza Inn Berlin, áðrenn leiðin gongur víðari til okkara ferðamál Wien mikumorgun.

 

Í Wien verður gist á Arthotel ANA Enzian í 4 nætur. Hesar dagar fara vit at vitja ymisk áhugaverd og kend støð í Wien, bæði við bussi og til gongu, og hvørt kvøld fara vit at eta eina máltíð saman á hotellinum, ið er íroknað prísinum. Møguleiki er eisini at bíleggja eina konsertuppliving fyri kr. 300 saman við ferðini, sí nærri kunning um hetta tilboð í skránni.

 

Á túrinum aftur til Hirtshals gista vit eina nátt á Tryp Hotel í býnum Celle í Týsklandi. Komið verður aftur til Hirtshals mánadagin 17. juni, har vit gista seinastu náttina á Montra Skaga Hotel.

 

Sí áhugaverdu skránna niðanfyri.

 

 

Prísur

 

Tá tvey ferðast saman:

kr. 8.990

 

Tá ein ferðast sjálvur:

kr. 11.375

 

 

Íroknað:

Tá tvey ferðast saman:

  • Sigling Tórshavn-Hirtshals og aftur
  • 2-koyggjukamari u/vindeyga umborð
  • Morgunmatur umborð
  • Dupultkamar á hotellinum við morgunmati og kvøldarmáltíð hvønn dag
  • 4* bussur
  • Ferðaleiðari
  • Fyrilestur um túrin í Føroyum, har umboð frá Riis Rejser luttaka

 

 

Tá ein ferðast sjálvur:

  • Sigling Tórshavn-Hirtshals og aftur
  • Koyggja í deildum 4 koyggjukamar umborð
  • Morgunmatur umborð
  • Einkultkamar á hotellinum við morgunmati og kvøldarmáltíð hvønn dag
  • 4* bussur
  • Ferðaleiðari
  • Fyrilestur um túrin í Føroyum, har umboð frá Riis Rejser luttaka

 

Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Skrá fyri túrin

    Sunnudagur

    Fráferð við Norrönu av Havnini kl. 23.30.

     

    Mánadagur

    Umborð
     

    Týsdagur

    Farið verður í land av Norrönu í Hirtshals og kósin sett ímóti Berlin við bussi, har gist verður á gistingarhúsi, teinurin er uml. 800 km.

     

    Mikudagur

    Aftaná morgunmatin verður koyrt til Wien við støðgi í passaligum millumbilum á leiðini. Framkomin verða kømurini tilskilað, umframt at ein kvøldarmáltíð er á skrá. Teinurin at koyra er uml. 670 km.

     

     

    Hósdagur

    Rundtúrur í miðbýnum, bæði við bussi og til gongu, vitjað verður á søguligum støðum í miðstaðarøkinum í Wien. Farið verður framvið Operaini, Hofburg, Parlamentinum, Ráðhúsinum, Børsen, Karlskirkjuni, Belvedere og mongum øðrum áhugaverdum støðum. Beint eftir middag er rundtúrurin av og fólk kunnu uppliva býin við at spáka sær ein túr, ella njóta útsýnið av stásiligum bygninum frá eini av mongu matstovunum fram við gongubreytini.

     
    Hofburg - Wien
     

    Fríggjadagur

    Tá morgunmaturin er av koyra vit til sjálvan stoltleikan hjá býarborgarum í Wien – summar- fúrstabúðstaðin Schonbrunn. Gjøgnum vitjanina fara vit at síggja nøkur av teim 1700 rúmunum á slottinum. Ásannast má, at tað er eitt framúr upplivilsi, bert at fáa kensluna av ovurhonds ríkidøminum, ið hevur myndað søgunar Wien. Seinnapartin er tíð at njóta løtuna eftir egnum tykki.

     

    Kvøldartilboð: Møguleiki er at fara til stórfingna konsertuppliving í Wien og soleiðis hoyra nógvar av kendu wienarklassikarunum, framførdir at royndum yrkistónleikarum. Prísur kr. 300. Verður bílagt saman við ferðini.

     

    Leygardagur

    Heildagstúrur til Wienerwald. Vit koyra gjøgnum frístaðin hjá wienar-búgvum “Wienerwald” til Heiligenkreuz at síggja m.a. Cistercienser-klostrið. Eftir hetta koyra vit ímóti býnum Baden, kendur fyri margfeldni innan heilsubótarviðgerð. Á leiðini higar, koyra vit framvið vínmørkunum í umráðnum – og tíð er eisini sett av, at kaga innum hjá einum víngarðsbónda. Á heimferðini, leggja vit leiðina framvið Gumpolskirchen og Mødling.
     
    Gumpol kirkjan
     

    Sunnudagur

    Eftir morgunmatarborðhald koyra vit til gistingarhús okkara í býnum Celle. Teinur uml. 820 km.

     

    Mánadagur

    Eftir morgunmatin koyra við móti Hirtshals. Um hugur er til tess, verður steðga á vegnum fyri at keypa inn í handilsfyritøkuni Fleggaard. Seinni um kvøldið koma vit til gistingarhúsið í Hirtshals, har kvøldarmáltíð er borðreidd fyri okkum. Eftir at kømurini eru tilskilað v.m. biður ferðaleiðarin okkum at enda farvæl. Teinurin er uml. 635 km

     

    Týsdagur

    Morgunmatur – síðani verður koyrt við bussi til farstøðina í Hirtshals. Heimferð við Norrönu til Føroyar.

     

    Mikudagur

    Leggja at bryggju í Tórshavn kl. 17.30.

     

    Melda til tíðindabræv

    Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 06:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 14:00
    Koma (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 23. okt 09:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.