Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - BUSSTÚRUR TIL KRAKOW 13. - 23. AUGUST

BUSSTÚRUR TIL KRAKOW 13. - 23. AUGUST

3. størsti og mest áhugaverdi býur í Pólandi 

Krakow er høvuðstaður í stakríkinum Malopolskie og 3. størsti býurin í Pólandi við sínum umleið 740.000 íbúgvum. Býurin Krakow er harumframt ein av áhugaverdastu býum Pólands.

 

Aldargomlu býarpartarnir liggja tætt bygdir og søgan leiðir hesar heilt aftur í steinøldina. Í ný-søguligum høpi, byrjaði søgan hjá Krakow í árinum 1257, tá býurin fær síni býarrættindi og byggir eina býargrind rundan um tað, sum í dag er miðbýarøkið í Krakow.

 

Krakow var ein av fáu pólsku býunum, ið slapp nøkurlunda snikkaleysur undan oyðingum undir 2. heimsbardaga – hetta inniber at hundraðtúsundtals ferðandi hvørt ár vitja býin og er hetta til stórt gagn fyri ferðavinnuna. Her vóru t.d. filmsupptøkurnar til filmin hjá Spielberg, Schindlers List gjørdar og jødiski býlingurin Kazimierz var sjálvsagt nýttur sum miðdepil í pallsetingini.

 

Miðskeiðis í Krakow, liggur víðagitna og sera hugtakandi torgið við gomlu marknaðarhøllini Sukiennice, sum er ein av býarinnar stórfingnu bygningum. Upprunaliga var 100 m langi hallarbygningurin reistur í ár 1300. Í dag kunnu mongu sølubúðirnar í marknaðarhøllini bjóða teim mongu vitjandi prýðislutir til keyps úr gulli, silvuri og rav. Vøkur talvborð í øllum støddum og sniðum, umframt skinnvørur og klæðnapløgg – alt er til sølu - og ferðafólk kunnu ásanna, at her er talan um útsølu fyri sera lagaligar prísir.

 

Á torginum finnur tú harumframt Mariukirkjuna við viðagitnu trískiftis-altartalvuni úr gulli. Altartalvan, sum stavar úr miðøld, er tann størsta í Evropa av sínum slag. Hvønn dag kl. 12.00 letur altartalvan seg upp og avdúkar eina sera veruleikakenda skurmyndarøð. Frá Mariukirkjuni hoyrist hornblástur hvønn tíma – og blást verður ímóti teim 4 verðaldarhorninum – til minnis um ta ferðina, ein hornblásari bjargaði Krakow undan innrás.

Prísur fyri hvønn

 

Tá tvey ferðast saman:

kr. 9.990 

 

Tá ein persónur ferðast sjálvur:

kr. 11.590 

 

FODF

Íroknað:
  • Sigling Tórshavn-Hirtshals
  • 2-koyggjukamar umborð og dupult kamari á hotellinum (tá tvey ferðast saman)
  • 4-koyggjukamar (deilikamari) umborð og einakamari á hotellinum (tá ein persónur ferðast sjálvur)
  • 3 x morgunmat umborð
  • Bussferð til og frá Krakow
  • Gisting í Krakow

 

Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    13. august

    Norröna siglir til Hirtshals kl. 23.30.

     

    14. august

    Kunnandi fundur um ferðina kl. 11.00.

     

    15. august  

    Lagt verður at bryggju í Hirtshals kl. 09.30, og koyrt verður við bussi til gistingarhús á Berlinleiðini.

     

    16. august  

    Ferðin til Krakow heldur áfram, og seint seinnapartin skriva vit okkum inn á gistingarhúsið Hotel Andel’s by Vienna House Cracow.

     

    17. august    

    Rundvísing í Krakow íroknað Royal Cathedral og Mariacki kirkjan.

     

    18. august   

    Heildagsútferð til Auschwitz / Birkenau við 2 staðbundnum ferðaleiðarum; umsett verður til danskt mál. 

     

    19. august  

    Hálvdagsútferð til saltminuna Wieliczka við 2 staðbundnum ferðaleiðarum; umsett verður til danskt mál. Um kvøldið er konsert við fólkatónleiki umframt matarskrá (3 rættir + vatn, kaffi/te)

     

    20. august    

    Heildagsútferð til Mountains Pieniny. Vitjað verður í Zakopane.

     

    21. august  

    Fráferð úr Krakow tíðliga á morgni. Koma til hotellið seint á kvøldið.

     

    22. august

    Eftir at hava fingið morgunmat, koyra vit til Norrønu, sum siglir til Tórshavn kl. 11.30.

     

    23. august

    Lagt verður at bryggju í Tórshavn kl. 17.30.

     

     

    Gevið gætur: Allar tíðir eru lokalar tíðir.