•  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  

Busstúrur til Ísland

Smyril Line - Busstúrur til Ísland

Busstúrur til Ísland

Sigl & flúgv 21. – 26. august 2019

Upplivið Suðurlandið og Reykjavík saman við okkara ferðaleiðara, Tóru Tóroddsdóttur. Fá lond í heiminum munnu hava eina so serstaka náttúru sum Ísland. Her uppliva tit jøklar, heitar keldur, lavalandsløg, gosfjøll, Geysir og annars hópin av søguligum støðum. 

Koyrt verður vestur eftir Suðurlandinum har gist verður í tvær nætur í ávikavist Smyrlabjørg og í Vík, síðani tvær nætur í Reykjavík, áðrenn ferðin gongur aftur til Føroya loftvegis.
 
Íslendska gestablídnið er nakað fyri seg, og tá talan er um føroyingar, sum koma á vitjan er eingin ivi um, at vit eiga eitt serligt pláss í teirra hjarta.
 


Ferðaskrá í stuttum


Mikudagur 21. august:

Fráferð Tórshavn kl. 17.30 ávegis til Seyðisfjarðar. 


Hósdagur 22. august:

Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði kl. 09.00. Koyrt til Egilsstaðir, og síðani suður gjøgnum Eystfirðirnar, áðrenn komið verður til Smyrlabjørg, har gist verður á stóra ferðavinnubóndagarðinum. 


Fríggjadagur 23. august:

Leiðin gongur móti Vík í Mýrdal, har gist verður á Hotel Dyrhólaey.


Leygardagur 24. august:

Koyrt verður eftir suðurlandsslættanum til Reykjavíkar, har næstu tvær næturnar verður gist á Hotel Marina. Ávegis verður steðgað við teir stóru fossarnar sum koma úr jöklunum.


Mánadgur 26. august:

Heimferð. Tit verða koyrd til flogvøllin, haðani flogið verður til Vágar. Bussur koyrir tykkum víðari til Tórshavn.

 
 

Gev gætur at allir prísir fyri pakkaferðir til Íslands kunnu verða broyttir um íslendski ferðafólkaskatturin hækkar.

Prísur fyri hvønn

 

Tá tvey ferðast saman:


kr. 7.990

 


Tá ein ferðast sjálvur:


kr. 10.980


 

Íroknað:
  • Sigling Tórshavn-Seyðisfjörður
  • Kamar u/vindeyga umborð
  • Morgunmatur umborð
  • Dupultkamar (um tvey ferðandi) / einakamar (um ein ferðast sjálvur) á hotellinum við morgunmati
  • Flogferð Ísland-Føroyar
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Nærri lýsing av túrinum

    Fáskrúðsfjørður

    ​Støð at síggja: Bygdin sum nógvir fransmenn drivu útróður frá í byrjanini av 1900-árunum. Bygdin er eyðmerkt av at hava franskan kirkjugarð og at vegirnir hava bæði íslendsk og fronsk nøvn, umframt at gamla franska sjúkrahúsið er sett í stand, og er latið upp sum sera áhugavert savn.

     

    Jökulsárlón

    Støð at síggja: Far ein túr við einum amfibium-báti og uppliva ísklædda lónið. Ella enn betur! Far við einum zodiac-báti fyri at sigla longur inn í pollin (lagoon). Hetta kemur at taka 50 minuttir, meðan ein túrur við amfibium-bátinum kemur at taka 30 minuttir. Bílegg í góðari tíð frammanundan, um hetta hevur tín áhugað! Bert 25 fólk sleppa við í hvørjum báti, og teir sigla hvør uml. hvønn 5-10 minutt.

     


    Hof

    Støð at síggja: Ein (turka)kirkja frá 1884, bygd eftir gomlum íslendskum byggilistarligum sniði.


    Skaftafell

    Støð at síggja: Svartifossur. Almenni túrurin niðan á - er ein gongutúrur á umleið 1 tíma. Gingið verður frá vitjanardeplinum, og tekur túrurin umleið 2 tímar at ganga. Óalmenni túrurin er við bili. Tá verður koyrt niðan á, har man síðani gongur í 20-30 minuttir. Koyr av høvuðsvegnum niðan móti Skaftafelli, fyri síðani at koyra beint fram - eftir hetta hevur tú møguleika at koyra inn til vitjanardepilin. Síðani kemur tú til vegin niðan á fjallið. Parkeringsplássið er á høgru hond, eitt sindur áðrenn vegurin endar. 

     

    Svartifossur


    Far innum á vitjanardeplinum, har upplýsing verður veitt um bæði jøkulin og umhvørvið.


    Hevur tú á ynskilistanum, at tú antin vilt síggja jøklar ella uppliva kavasmáttur, so er hetta uttan iva nakað fyri teg.


    Kirkjubaejarklaustur

    Støð at síggja: Systrafossur, sum er í gamla miðstaðarøkinum í býnum og Kirkjugolfid – Kirkjugólvið er eitt natúrligt skap av basaltsúlum, so mikið slætt  - at tað líkist einum kirkjugólvi.


    Matstovur, ið kunnu viðmælast eru Icelandair Hotel Klaustur, Hotel Geirland ella Hotel Laki.

     

    Kirkjubæarklaustur


    Fjadrargljufur canyon

    Støð at síggja: Koyr niðaná Lakavegin frá ringvegnum, har tað síðani ikki er langur teinur til gjónna. (canyon) Møguleiki er at ganga niðan á tromuna, har tú kanst njóta vakra útsýnið.


    Vik

    Støð at síggja: Fari oman á svørtu strondina og møti eini øðrvísi sjón av vøkru sjóstakkunum frá Reynisfjarastrond. Søgnin sigur at tað vóru trøll, ið spældu sær á strondini, men ólukkuvís undir sólarrisi - umskapaðust til steinar. 


    Reynisfjara strond

    Støð at síggja: Svørt sandstrond, sjóholur úr bassaltsúlum og steina-mynding (rock formation). Verið varðin, soleiðis at tit ikki fara ov nær sjónum. Streymurin er harður, hóast at tað ikki altíð sær soleiðis út.

    Reynisfjara strond


    Dyrholaey

    Støð at síggja: Vakrar steina-myndingar, sum eisini eru staðið, har vøkru lundarnir halda til. Møguleiki er at koyra allan vegin niðan til sjálvan vitan.
     


    Skógafoss 

    Støð at síggja: Máttmikil brølandi risi, eisini her verður tú vát/ur, fert tú ov nær. Møguleiki er at síggja risan omanífrá. 


    Skógarsavnið - eitt savn, ið er ein mentanararvur. Eitt annað savn liggur longri norðuri, og hevur tú her møguleika at velja, hvat tú ynskir at vitja. Eisini kanst tú koyra framvið, og soleiðis fáa myndir av flagtekta húsinum. 
     

    Skogafossur


    Seljalandsfoss

    Støð at síggja: Ein vakur 73 metrar høgur fossur, ið tú hevur møguleika at fara afturum. Egin ábyrgd um tú verður vát/ur. Grannin hjá Seljalandsfossi er Gljufrabui, ið er fjaltur í steinunum aftanfyri tjaldsstaðið. Tað tekur bert 5 minuttir at koyra - og er hetta ein goymdur gimsteinur í Íslandi.

     

    Gullfoss


    Reykjavík

    Leygardagur: Útferð til tann sonevnda “Gylta sirkulin”. Túrurin fevnir um:

    • Thingvellir, ið er tann gamli tingstaðurin.
    • Gullfoss
    • Strokkur (Geysir) ið sprænir kókandi vatn 30 metrar upp úr heitu kelduni.
    • Sunnudagur: Útferð til Bláa Lónið.

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 16. jun 23:30
    Koma (lokal tíð)
    Hirtshals. 18. jun 09:30
    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 18. jun 11:30

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.