34 59 00
  •  
  •  
  •  
Smyril Line - Busstúrur til Amsterdam 10. - 20. juni (ÚTSELT)

Busstúrur til Amsterdam 10. - 20. juni (ÚTSELT)

Kom við busstúr til stórfingna og serstaka Amsterdam. 35 fólk hava longu bílagt túrin – enn eru nøkur pláss eftir.

Ferð við Norrönu íroknað morgunmat umborð, buss, ferðaleiðara, hoteluppihald í Amsterdam v/ morgunmati og kvøldarmáltíð fyrsta kvøldið.

 

Amsterdam er stórfingin og heilt serstakur. Sjófarar hava nevniliga givið býnum íblástur frá øðrum mentanum við siðvenjum, ið  hava havt stóra ávirkan á býin og tess býarbúgvar – kanska meira enn ein kennir frá øðrum javnbjóðis býum.

 

Vit búgva á easyHotel, í býarpartinum Zaandam í Amsterdam. Hotellið liggur væl fyri, beint við eina tokstøð, ið koyrir beinleiðis inn í hjartað á sjálvum Amsterdam. Kømurini á gistingarhúsinum líkjast og eru væl skipað við góðari song, frískluftskipan, sjónvarpi, tráðleysum alneti, baðirúmi við brúsu og wc. Gistingarhúsið fær bestu umdømi á Tripadvisor, ið er ein síða á alnetinum har gestirnir kunnu siga sína hugsan um teirra vitjan á staðnum.

 

Tit ferðast í fýrastjørnaðum langferðarbussi við 54 sitiplássum, eyka pláss til beinini, ótarnað stýring av stólaryggi, fótbretti, armhvíld, lítið borð til hvørt setur, frískluftsskipan við hvørt setur, wc, sjónband, stereo og mikrofonútbúnaði, lítlan køk við køldum og heitum drykkivørum.

 

 

Fyri hvønn, tá 2 ferðast saman 

 

 

kr. 7.890

 

 

Íroknað:
  • Ferð við Norrönu til Hirtshals og aftur
  • 2-koyggjukamar uttan vindeyga
  • Morgunmatur umborð
  • Dupultkamar á hotellinum við morgunmati og kvøldarmáltíð fyrsta kvøldi
  • Bussur
  • Ferðaleiðari
Møgulig tilkeyp:
  • Uppstigan til 2-koyggjukamar við vindeyga, tá 2 ferðast saman: kr. 200 fyri hvønn
  • Uppstigan til einakamar uttan vindeyga, tá 1 ferðast sjálvur: kr. 450
  • Uppstigan til einakamar við vindeyga, tá 1 ferðast sjálvur: kr. 850
  • Uppstigan til einakamar á hotellinum, tá 1 ferðast sjálvur: kr. 2.100
  • Spar upp til 20% við at bíleggja matin umborð áðrenn fráferð. Sí prísir o.a. her.
  • Avlýsingartrygging: 5%

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Skrá

    Dagur 1 – Fráferð

    Leiðin gongur framvið Padborg gjøgnum Norðurtýskland til Hollands. Umleið kl. 18.00 eta vit ein 3 rættaðan døgurða, íroknað 1 drykkivøru á eini minni matstovu, beint áðrenn komið verður til Amsterdam, eftir hetta koyra vit til gistingarhús okkara og  verða skrivaði inn.

     

    Dagur 2 – Kanalrundtúrur og rundtúrur í Amsterdam

    Aftaná morgunmatin, eru vit til reiðar at fara eyðkenda kanalrundtúrin í Amsterdam. Hetta er ein uppliving, ið ein ikki skal lata fara framvið, tá júst hesin túrur gevur einum eina framúr fatan av, hvussu Amsterdam er uppbygdur og hevur ment seg gjøgnum tíðina. Aftaná fara vit ein túr gjøgnum miðbýin saman við ferðaleiðara okkara, umframt at vit halda ein matarsteðg á leiðini. Nú er tíð at taka sær av løttum, og tað er frítt fyri einhvønn at gera tað, tey hava hug til – upplivingar, ið kunnu viðmælast, er ein gongutúrur gjøgnum smáu tvørgøturnar millum kanalirnar, har tað finnast nógvir smærri áhugaverdir handlar og hugnaligar kaffistovur. Eisini er møguleiki at vitja Tulipansavnið ella heimið hjá víðagitnu Annu Frank (bíðirøðin er long við húsini hjá Onnu Frank). Seint seinnapartin koyrir bussurin aftur til hotellið.

     

     

    Rotterdam og Keukenhof. Heildagstúrur

    Vitjað verður í einum av heimsins størstu havnabýum, Rotterdam. Frá Euromast er einastandandi úsýnið yvir býin, áðrenn farið verður ein gongutúr eftir navnframu gongugøtuni, Coolsingel. Higani koyra vit til góðsið Keukenhof, har ein hevur góða tíð at ganga runt og gleða seg yvir nógvu vøkru blómu- og plantusløgini í risastóru blómulundini.

     

    Ríkissavnið, Kalverstraat. Seinnapartin í Volendam

    Vit koyra til savnsøkið frá morgunstundini, har møguleiki verður at vitja Ríkissavnið ella Van Gogh-savnið. Síðani spáka vit ein vakran túr til Damrak á kendum gøtum, sum Leidseplein og Kalverstraat. Møguleiki er at fara við sporvogni frá Ríkissavninum beinleiðis inn í miðbýin, um tú ikki hevur áhuga fyri gongutúrinum. Aftan á døgurðan verður skipað fyri eini minni útferð til Volendam, ið liggur 30 km norðanfyri Amsterdam. Her andar av friði og hugna, smærri fiskiførum og fólkum í tjóðbúna. Vit kunnu eisini viðmæla, at tú nýtir allan dagin fyri teg sjálvan í Amsterdam, vitjar søvn, handlar og matstovur, ið tær lystir – óheft av bólkinum.

     

     

    Amsterdam í kvøldarglæmu

    Eitt av kvøldunum millum kl. 20 -22, bjóða vit eina lítla bussferð í Amsterdam, fyri at uppliva tey ymisku ljósini, ið fáa býin at lýsa upp í øllum ælaboðans litum.

     

    Dagur 7 og 8 – Heimferðardagur

    Bussfráferð úr Amsterdam stutt eftir morgunmat á 7. degnum. Leiðin gongur aftur móti Hirtshals, har gist verður hesa seinastu náttina, áðrenn leiðin gongur heimaftur á klettarnar. 

     

    Kvøldarmáltíð í Amsterdam

    Njót eina av mongu fjølbroyttu matstovunum í Amsterdam. Eitt ella bæði tvey kvøldini, plagar ferðaleiðarin at leita sær á matstovu í býnum og tá ert tú vælkomin við. Tú kanst rokna við at gjalda umleið 25 Eur fyri eina góða 2- ella 3 rættaða máltíð.

    Tak skánna niður her

    Hevur tú eisini sæð

    sml-productlist-2015-new-general
    • Matur

      Norröna bjóðar matarupplivingar til øll

    • Kømur umborð

      Ljós og góð kømur við mongum hentleikum

    • Undirhald

      Frítíðin byrjar umborð

    Melda til tíðindabræv

    Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 19. mai 15:00
    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 21. mai 08:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 21. mai 14:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.