Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ TIL DANMARKAR

BÍBLIU- OG TÓNLEIKAFERÐ TIL DANMARKAR

16. til 18. juni 2017

Fyrsta Bíbliu- og Tónleikaferðin við Norrønu var í juni 2010, tá ferðin gekk til summarlegustaðin Ástjørn í Íslandi. Hetta er sostatt sjeynda ferðin av hesum slagnum. Farið verður av Havnini fríggjamorgunin 17. juni kl. 03.30 og komið verður til Hirtshals leygardagin kl. 12.30. Farið verður úr Hirtshals kl. 15.30. Koma á Havnina sunnukvøldið kl. 22.30.

 

Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals. Bussur koyrir frá og til Norrønu. Fyristøðufólkini á Malta, Anna og Hans Djurhuus, siga, at húsið er opið til tann, sum hevur hug at hyggja inn, og ein ókeypis drekkamuður er eisini at fáa. Malta liggur beint inn frá gongugøtuni og føroyska Merkið sæst væl.

 

Fleiri bíbliutímar og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar. Við í ferðalagnum verða M.C. Restorff, Svein í Prestgarði og aðrir góðir tónleikarar, sum fara at spæla og syngja umborð. Eisini fer Óli Jacobsen at halda fyrilestur um Missionær Danielsen (Dollin). Sí skránna niðanfyri.

 

Prísur fyri hvønn:

 

Vaksin úr kr 1.495

 

Barn (3-15 ár) úr kr. 995

 

SMSC

Íroknað:
  • Sigling Tórshavn-Hirtshals og aftur
  • 2-koyggjukamar uttan vindeyga (tá tvey ferðast saman)
  • Koyggja í deildum 4-koyggjukamari (tá ein ferðast sjálvur)
  • Fríggjadag 16.06.17: Morgunmatarbuffét og Norröna Buffet kl. 18.00
  • Leygardag 17.06.17: Morgunmatarbuffét, bussur niðan í býin í Hirtshals og Norröna Buffet kl. 18.00
  • Sunnudag 18.06.17: Morgunmatarbuffét og Norröna Buffet kl. 18.00
  • Til børnini: Matararmband og busstúrur niðan í býin í Hirtshals 

 

Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Fríggjadagur 16. juni

    03:30
    Fráferð Tórshavn.
    07:00-10:00
    Morgunmatarbuffét.
    13:00
    Felagsløta í Saga Café: Kunning um ferðina, sangløta við Poul Jóhan Djurhuus og Dia Hvannastein og eisini verður bíbliutími.
    18:00
    Kvøldbuffét.
    21:00
    Sangløta við MC Restorff í Saga Café.

     

    Leygardagur 17. juni

    07:00-10:00
    Morgunmatarbuffét.
    10:00-10:45
    Bíliutími við Svenning av Lofti í Saga Café.
    12:30
    Koma til Hirtshals - bussur koyrir niðan í býin.
    12:45-14:45
    Vitjan í gongugøtuni (Malta er opið, øll vælkomin, ókeypis drekkamuður)
    15:00
    Bussur koyrir frá Malta til Norrönu.
    15:30
    Fráferð úr Hirtshals.
    17:00
    Bíbliutími við Zacharias Zachariassen í Saga Café.
    18:00
    Kvøldbuffét.
    21:00
    Sangløta við Svein í Prestgarði.

     

    Sunnudagur 18. juni

    07:00-09:45
    Morgunmatarbuffét.
    10:00-10:45
    Bíbliutími í Saga Café.
    11:00-11:45
    Fyrilestur við Óla Jacobsen um Missionær Danielsen (Dollin).
    6:30
    Felagsløta við Poul Jóhan Djurhuus og MC Restorff í Saga Café.
    18:00
    Kvøldbuffét (við í ferðaseðlinum).
    19:30
    Felagsløta / sangløta í Saga Café.
    22:30
    Koma til Tórshavn.