Bíbliu- og tónleikaferð til Hirtshals 18. - 21. august 2019

Smyril Line - Bíbliu- og tónleikaferð til Hirtshals 18. - 21. august 2019

Bíbliu- og tónleikaferð til Hirtshals 18. - 21. august 2019

Túrurin er útseldur

 

Fyrsta Bíbliu- og tónleikaferðin við Norrønu var í juni 2010, tá ferðin gekk til summarlegustaðin Ástjørn í Íslandi. Hetta er 9. ferðin av hesum slagnum.

 

Farið verður av Havnini sunnukvøldið 18. august kl. 23:30, og komið verður til Hirtshals týsdagin 20. august kl. 09:30. Siglt verður aftur úr Hirtshals kl. 11:30, og komið verður aftur á Havnina mikudagin 21. august kl. 17:30.

 

Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals

Ókeypis bussur koyrir frá og til Norrønu. Fyristøðufólkini á Malta, Anna og Hans Djurhuus, siga, at húsið er opið til tann, sum hevur hug at hyggja inn, og ein drekkamuður er eisini at fáa. Malta liggur beint inn frá gongugøtuni og føroyska flaggið sæst væl.

 

Bíbliutímar, fyrilestur og sangløtur

Bíbliutímar, fyrilestur og sangløtur verða umborð meðan siglt verður. Royndir tónleikarar standa fyri felagssanginum, Jógvan við Keldu fer at hugleiða um søgur um sangir, og Jógvan á Lakjuni fer at hava fyrilestur um abba sín, Victor Danielsen. Og eisini fer Mortan Johannesen at greiða frá, tá Hans Hedtoft fórst við Kappan fyri 60 árum síðan.

 

Samskipari av ferðini er Poul Jóhan Djurhuus.

 

 

Prísur fyri ferðina

 

Koyggja í deildum 4-koyggjukamar

kr. 1. 695

 

Einakamar við vindeyga:

kr. 2.095 útselt

 

2 fólk í 2-koyggjukamari uttan vindeyga:

kr. 3.790

 

2 fólk í 2-koyggjukamari við vindeyga:

kr. 3.990 útselt

 

2 fólk í kamari við dupultsong og vindeyga;

kr. 4.390 útselt

 

BIBL

Íroknað:
  • Cruise Tórshavn-Hirtshals og aftur
  • Kamar
  • 3 x morgunmatarbuffet
  • 2 x kvøldarbuffet kl. 17:45
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Skrá

    Skrá

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 17. aug 15:30
    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 18. aug 22:30
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 18. aug 23:30

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.