34 59 00
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
Smyril Line - Bíbliu- og tónleikaferð 19.-22. august

Bíbliu- og tónleikaferð 19.-22. august

Fyri áttandu ferð verður bíbliu- og tónleikaferð við Norrønu.

Farið verður av Havnini sunnukvøldið 19. august kl.23:30 og komið verður til Hirtshals týsdagin 21. august kl. 09:30 og úr Hirtshals kl. 11:30. Koma á Havnina mikukvøldið 22. august kl.17:30

 

Møguleiki verður at vitja í gongugøtuni í Hirtshals. Ókeypis bussur koyrir frá og til Norrønu. Fyristøðufólkini á Malta, Anna og Hans Djurhuus, siga, at húsið er opið til tann, sum hevur hug at hyggja inn, og ein drekkamuður er eisini at fáa. Malta liggur beint inn frá gongugøtuni og føroyska flaggið sæst væl.

 

Bíbliutímar, fyrilestur og sangløtur verða umborð, meðan siglt verður. Hesar løtur eru altið gevandi og hugnaligar. Við í ferðalagnum verða M.C. Restorff, Jóannes S. Hansen og Oasubrøðurnir, sum fara at spæla og syngja umborð. Símun Pætur á Torkilsheyggi, Eyðun Elttør og Billy Djurhuus Hansen koma at hava bíbliutímarnar.

 

  

Prísur fyri hvønn

 

 

úr kr. 1.695

 

 

TEMABIB

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Skráin fyri túrin

    Melda til tíðindabræv

    Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 19. mai 15:00
    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 21. mai 08:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 21. mai 14:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.