Undirhald umborð á Norrönu

At sigla við Norrönu eigur at vera meir enn bert ferðing frá A til B. Túrurin skal vera ein uppliving, sum tú minnist. Tískil roynir manningin tað, hon er ment, at tryggja tær ein hugaligan og hugnaligan túr. Ein dagur kann síggja soleiðis út.

 

Tú vaknar, tá tú vaknar, og avger, at nú er tíð at fara upp. Tú byrjar dagin við frálíka sjálvtøku-morgunmatinum í Norröna Buffet, har tú situr eina góða løtu. Tú ert framvegis ikki heilt vaknað/ur og leitar tær tí upp á sóldekkið at njóta frísku havluftina og friðsælu kensluna, sum tú einans fært, tá tú ferðast við skipi. Tú merkir, at tú hevur sálina við tær umborð (tey siga, at sálin hevur eina toppferð á 25 knots). Hetta er alt óført, men nú skalt tú hava pulsin eitt vet upp. Tú fert í venjingarhølið og nýtir ein tíma ella tveir har niðri. Tað var strævið, puha, og nú hevði verið gott at kølt seg av. Tú hoppar í svimjihylin.

 

Frokosttíð er, og tú hevur avtalu við Simmer Dim um ein "pilka-og-et" rækjurætt við brúsandi víni afturvið - júst nakað fyri teg. Tí tú elskar rækjur. 

 

Tey hava júst latið upp í tax-free handlinum, og her hevur tú ørindi. Soleiðis. Nú vóru gávurnar í hús (og kvotan brúkt), og hatta var nú ikki so dýrt fyri tveir fullar innkeypsposar. Tú berir vørurnar inn á kamarið, setur á eina pakka við gummibomm og leggur teg niður eina løtu. Hóast tú ert eitt sindur tungur í kroppinum frá venjingini, er hetta ein góð kensla. Tú leggur bókina frá tær og blundar eina løtu.

 

Tú hevur sovið eina løtu. Hvat mann henda í Saga Café? Tú spákar yvir hagar, fært tær ein leskiligan køkubita og ein góðan kaffimunn at vakna uppá. Kvøldið nærkast, og tú veitst, at tú fært góðar matupplivingar, líkamikið hvørt tú vitjar Norröna Buffet ella Simmer Dim. Tey siga, at Simmer Dim er so gott, so tað roynir tú.

 

Ein góður dagur, og í morgin ert tú í Hirtshals. Tá sleppur tín bilur veruliga at royna seg á motorvegunum, at fáa pulsin upp. Næstu ferð skulu børnini sleppa við - og tey skulu fáa hvørt sítt armband, soleiðis at tey fáa allan matin á bæði út- og heimtúrinum úr einans kr. 125 hvønn vegin.