SMYRIL LINE APP'in

Ferðast tú við eini smartphone? So viðmæla vit okkara ókeypis SMYRIL LINE APP, sum tú kanst nýta á túrinum

 

App'in er ment til tess at tú skalt fáa lætta digitala atgongd til ymisku kunningina og tilboðini, sum vit hava umborð - meðan tú ert umborð. Appin er ókeypis. Eiheldur skalt tú gjalda nakað fyri at nýta hana umborð, hvørki fyri internet- ella telefonnýtslu. Appin gevur tær:

 

  • MyTicket - tín ferðaseðil við einum yvirliti yvir tað, ið tú hevur keypt til túrin (máltíðir, kømur v.m.)
  • Innbakki - boð og kunning frá móttøkuni á tínum máli
  • Ship Tracker -  so tú altíð lættliga sært, hvar Norröna er stødd í løtuni
  • Virðiseðlar og tilboð - serlig tilboð (krevur at Bluetooth er tendrað)
  • Kunning - upplýsingar um skipið, hentleikar umborð vm., umframt okkara ferðamál.

 

Hevur tú spurningar í samband við appina, meðan tú ert umborð, skalt tú bara venda tær til móttøkuna umborð, vit eru klár at hjálpa. Hevur tú viðmerkingar annars um app'ina, kanst tú eisini senda okkum ein teldupost á booking@smyrilline.fo

 

Niðanfyri hava vit svarað teimum mest vanligu spurningunum viðv. SMYRIL LINE APP'ini.

    01. Hvat kann eg gera við hesi appini?

    Tann fyrsta útgávan av SML-appini hevur 4 høvuðs-eindir.

     

    Mín ferðaseðil: Tú fært atgongd til tín ferðaseðil,  bert at síggja ( ikki broyta) – tína bílegging gjøgnum appina, eftir at hava innritað eftirnavnið og bíleggingar nummar – Sostatt kannst tú síggja tína bílegging nágreiniliga,   (komu og fráferð, bíleggingar av mati o.s.fram ) – Legg til merkis, at mín ferðaseðil bert umfatar keyp umborð. Tað inniber, at upplýsingar um tiltøk á landi, so sum hoteluppihald og útferðir  - síggjast ikki á “ Min ferðaseðil “.

     

    Ferju-leitiskýggin: Hesin dagførir,  hvar Norrøna er stødd á ferðini.

     

    Inbakkin: Allar almennar fráboðanir/lýsingar frá móttøkuni verða eisini sendar til tína app. Tú fært boðini á málinum, ið tú hevur sett flugbein við á appini (flaggið ovast í høgra horni)

     

    Ymisk tilkeyp: Av og á fara vit at senda tær tilboð ella ókeypis møguleikar. Hesi fara at vísa seg undir “ keyp” – Um tú ynskir at móttaka keyp og tilboð, mást tú tendra bluetooth á tíni snild-telefon. Um tú letur vera við at tendra bluetooth, fær appin ikki móttikið nøkrum “ keypi”.

     

    Um (innihald): Appin fevnir eisini um skips- upplýsingar, matstovurnar og okkara farleið. Innihaldið er lagrað á einum lokalum ambætara ( servara ) umborð – Sostatt er óneyðugt við teldusambandi.

    02. Hvussu fái eg hendur á appini? Kann eg taka hesa niður, meðan eg eri umborð á skipinum?

    Appin er til taks at taka niður við IOS og android – og bert ígjøgnum fylgandi veitarar: App Store og Google Play.

     

    Tá tað nú er neyðugt við netsambandi fyri at heinta appina, er ráðiligt at taka hesa niður áðrenn fráferð.

     

    Fyri at geva tær seinasta møguleikan at taka niður appina,  fyri fráferð – hava vit sett eitt ókeypis net-samband , á dekk 5  ( í løtuni er hetta bert galdandi – við fráferð úr Tórshavn ) Her kannst tú taka niður appina, ímeðan Norrøna liggur við kai. Við fráferð, verður netið niðurlagt.

    03. Hvørji mál eru tøk?

    Appin er tøk á enskum , týskum , føroyskum og donskum máli.

     

    Grundað á hvussu telefonin er stillað, fer appin at vísa á eitt mál, sum hon heldur hóskar tær. Annars er onki í vegin við at broyta málið gjøgnum tína heimateldu  - tað gert tú við flagginum niðri í høgra horni.

    04. Er møguligt at skriva seg inn ( kekka inn ) við appini?

    Jú – tú hevur einans brúk fyri nummarinum á ferðaseðlinum, fyri at skriva teg inn. Um tú ritar inn á “ Mín ferðaseðil” kannst tú antin vísa starvsfólkunum tína váttan á snild-telefonini ella upplýsa bílegginganummarið, sum tú sært á “ Mín ferðaseðil “

    05. Kann eg brúka appina á matsovunum umborð ?

    Ja. “Mín ferðaseðil” fer at vísa á allar máltíðirnar, sum tú hevur bílagt fyri fráferð. Tá tú møtir á matstovuni, vísir tú starvsfólkunum skermin á telefonini - soleiðis at tey kunnu trýsta á knøttin, ” brúkt máltíð, “og “ Mín ferðaseðil” fær eina ávísing um at máltíðin er brúkt.

    06. Kann eg bíleggja / keypa við appini ?

    Nei, appin hevur ongar inngjaldsmøguleikar.

    07. Er neyðugt at aktivera blutetooth?

    Nei. Appin virkar uttan at bluetooth er virkið, men avsláttarfunkan riggar ikki uttan at bluetooth er virkið - Tað inniber, at uttan bluetooth kunnu vit ikki senda tær tilboð ella líkn.

    08. Skal eg hava atgongd til net, fyri at nýta appina?

    Ja og nei.

     

    Meðan siglt verður ( umborð ): Tá tú kemur umborð, er neyðugt at tú fært samband við ókeypis netið( appin spyr eftir hesum sambandi ) – Eftir at tú hevur fingið samband, arbeiðir appin uttanum vanligt netsamband (appin heintar neyðugu upplýsingarnar frá staðbundna ambætaranum umborð).

     

    Áðrenn og aftaná ferðina: Um tú ikki ert umborð (heima ella á ferðamálinum) er brúk fyri netsambandi um tú skalt nýta appina, soleiðis at henda virkar sum hon skal.

    09. Hevur appin eina kjatt-funku, soleiðis at eg kann tosa við móttøkuna ella onkran vin?

    Nei, hendan útgávan av appini, fevnir ikki um eina kjatt-funku.

    11. Hvaðar vendi eg mær, um eg havi spurningar ella royndir av feilmeldingum í appini?

    Móttøkan á dekk 5, er fyrireikað at svara øllum spurningum og hjálpir tær við einum og hvørjum, ið tørvur er á.

    12. Kann eg brúka appina, áðrenn og eftir fráferð?

    Jú , tú fært brúkt appina, hóast hon í fyrsta lagi er ætla ferðandi umborð á Norrønu – Flestu funkurnar eru stílaðar ferðini sjálvari.

    13. Hví skuldi eg brúkt hesa appina?

    Tá vit framleiddu appina, var eitt av okkara aðalmálum at taka brúk av hentleikunum, ið umboða snildtelefonina – soleiðis at kundar okkara, á lættasta hátt, kundu gera brúk av vegleiðingum  -umframt týðandi og áhugverdum upplýsingum á ferð síni. Eftir okkara tykki, eru fyrimunirnir við appini fylgjandi:

    • Tú fært lættliga samband við ferðupplýsingarnar.
    • Tú fært nýggjastu lýsingar á egnum máli.
    • Tú fært lættliga samband við leitiskipanina, soleiðis at tú til ein og hvørja tíð sært, hvar Norrøna er stødd.
    • Tú fært uppdateringar, tá vit hava serlig tilboð.
    • Tú fært lættliga samband við upplýsandi tilfari um skipið og farleiðina.
    • Tú skalt onki gjalda – Appin er ókeypis, bæði at taka niður og at brúka.

    Vit vóna, at tær dámar appina og at hon er løtt at brúka.