Frítíðin byrjar umborð

Matstovur og prísir 2017

Bílegg matin áðrenn fráferð og SPAR upp til 23%

Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í The Diner ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Hevur tú heldur hug til eitt kvøld við livandi ljósi, góðum búffi og góðum víni, so royn frálíku a la carte-matstovuna Simmer Dim.

 

Ynskir tú at bíleggja ert tú vælkomin at senda okkum ein t-post til booking@smyrilline.fo ella ringja til okkum á tlf. 345900.

 

 

Norröna Buffet 

 

Á dekki 6 finnur tú Norröna Buffet, sum umframt stóra og vælumtókta sjálvtøkuborðið á kvøldi, eisini bjóðar tær morgunmatarbuffet í serflokki. Hvørt kvøld og hvønn morgun kanst tú eta alt tú megnar fyri fastan prís. Tað verður stórur dentur lagdur á at góðskan er av tí besta. Upplatingartíðir til ymisku sjálvtøkuborðini verða sýndar á infokanalini ella við inngongina til Norröna Buffet á dekki 6. 

 

Morgunmatarbuffet: 07:00-10:00

Buffet um kvøldi: 17:45 / 18:00 / 19:45

The Diner 

 

Í matstovuni The Diner bjóða vit alskyns mat, so sum smyrjibreyð, bagels, salatir umframt tvey sløg av dagsins rætti. Dagsins rættur fæst bæði um middagsleitið og um kvøldið.

 

Morgunmatur: 08:00-10:00

Dagsins rættur miðmáli: 12:00-14:00

Dagsins rættur um kvøldi: 18:00-20:00

 

Simmer Dim

 

Afturvendandi ferðafólk umborð á Norrønu, fara at viðmæla tær eina vitjan á legendarisku matstovuni Simmer Dim, umboðandi fjølbroyttum, vælsmakkandi máltíðum saman við tænastu í serklassa. Matarkortið bjóðar eitt stórt úrval av máltíðum, umframt krás til kræsnar gómar.

 

Miðmáli: 12:00 / 13:00

Døgurði um kvøldi: 17:30 / 17:45 / 18:00 / 19:30 / 19:45 / 20:00

 

 

Vinaliga legg til merkis:
Tað er ikki møguligt at bíleggja mat áðrenn fráferð til ferð Tórshavn-Seyðisfjørður ella Seyðisfjørður-Tórshavn í vetrarhálvuni 01.01-31.03.2017 & 28.10-31.12.2017

 

 


 

Okkara dugnaligu kokkar hava royndir í at gera mat til ferðafólk við serligum tørvi, m.a. ovurviðkvæmi. Simmer Dim bjóðar eisini vælsmakkandi vegetariskar rættir. Um tú hevur serligan tørv á mati ella eru ovurviðkvom, verður tú vinarliga biðin um at upplýsa hetta, tá ið ferðaseðlarnir verða bílagdir.