Frítíðin byrjar umborð

Matstovur umborð

Bílegg matin áðrenn fráferð og SPAR upp til 23%

Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í The Diner ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Hevur tú heldur hug til eitt kvøld við livandi ljósi, góðum búffi og góðum víni, so royn frálíku a la carte-matstovuna Simmer Dim.

 

Ynskir tú at bíleggja ert tú vælkomin at senda okkum ein t-post til booking@smyrilline.fo ella ringja til okkum á tlf. 345900.

 

 

Norröna Buffet 

 

Á dekki 6 finnur tú Norröna Buffet, sum umframt stóra og vælumtókta sjálvtøkuborðið á kvøldi, eisini bjóðar tær morgunmatarbuffet í serflokki. Hvørt kvøld og hvønn morgun kanst tú eta alt tú megnar fyri fastan prís. Tað verður stórur dentur lagdur á at góðskan er av tí besta. Upplatingartíðir til ymisku sjálvtøkuborðini verða sýndar á infokanalini ella við inngongina til Norröna Buffet á dekki 6. 

 

Morgunmatarbuffet: 07:00-10:00

Buffet um kvøldi: 17:45 / 18:00 / 19:45

The Diner 

 

Í matstovuni The Diner bjóða vit alskyns mat, so sum smyrjibreyð, bagels, salatir umframt tvey sløg av dagsins rætti. Dagsins rættur fæst bæði um middagsleitið og um kvøldið.

 

Morgunmatur: 08:00-10:00

Dagsins rættur miðmáli: 12:00-14:00

Dagsins rættur um kvøldi: 18:00-20:00

 

Simmer Dim

 

Umframt at vera kent fyri góðskubúffar, hevur Simmer Dim frískar salatir og aðrar vælsmakkandi rættir í einum avslappandi og vinarligum umhvørvi. Ferðafólk siga, at Simmer Dim er staðið at fara og fáa sær ein vælsmakkandi búff. Har er hugnaligt, og tú fær góða tænastu. Simmer Dim hevur annað enn teir moyru Angus-búffarnar, s.s hummarasúpan til forrætt og ostakakan omaná.

 

Miðmáli: 12:00 / 13:00

Døgurði um kvøldi: 17:30 / 17:45 / 18:00 / 19:30 / 19:45 / 20:00

 

 

Vinaliga legg til merkis:
Tað er ikki møguligt at bíleggja mat áðrenn fráferð til ferð Tórshavn-Seyðisfjørður ella Seyðisfjørður-Tórshavn í vetrarhálvuni 01.01-31.03.2017 & 28.10-31.12.2017

 

 


 

Okkara dugnaligu kokkar hava royndir í at gera mat til ferðafólk við serligum tørvi, m.a. ovurviðkvæmi. Simmer Dim bjóðar eisini vælsmakkandi vegetariskar rættir. Um tú hevur serligan tørv á mati ella eru ovurviðkvom, verður tú vinarliga biðin um at upplýsa hetta, tá ið ferðaseðlarnir verða bílagdir.

 

 

-
Vinarliga sendið mær faldara(r) til:
Navn 
Bústaður 
Postnummar 
Býur 
Land 
E-mail 
  

Catalogues (list)