Kømur umborð

Vel ímillum fleiri ymisk sløg av kømurum


Øll kømur umborð á MS Norrønu, hava egið wc, bað við brúsu og sjónvarp  - men eru annars ymisk á annan hátt; 1 suita, luksus-kømur við dubultsong umframt kømur við 2 ella 4 koyggjum, har møguleiki er at velja um tú ynskir kamar við vindeyga ella ikki.  

 

Niðanfyri kannst tú lesa meira um tey ymsu kømurini. Øll kømur eru uppreidd við seingjarklæðum og hava handklæði. Fylgjandi rásir verða vístar í sjónvarpinum: DR1, DR Ramasjang, Info-kanal og vevmyndatól, har tú fært møguleika at fylgja við útsýninum yvir Norðuratlatarhavið á allari ferðini. Myndin omanfyri, vísir eitt av okkara luksus-kømurum.

 

Kundi tú hugsa tær at ferðast í einum av teim 12 luksuskømurunum - ella einum av teim 19 dupultkømurunum, er ráðiligt at bíleggja í góðari tíð – tí hesi kømur verða skjótast útseld.

 

Um tú velur eitt kamar við vindeyga, er møguleiki at keypa tær minibarr. Eisini er møguleiki at hugna sær eyka í kamarinum, við fylgjandi valmøguleikum sí her.

 

Vit gera vart við at kamarsbýtið, tvs. hvar í skipinum tú fært títt kamar – verður gjørt umborð á skipinum stutt undan fráferð – og at tað er ikki møguligt at bíleggja ávíst dekk ella kamarsnummar. Um tú ynskir at kunna teg meir um ymsu dekkini á skipinum, so er møguleiki at gera tað her.

sml-productlist-2015-new-general