Norröna - tín flótandi frítíð

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí leingi áðrenn, tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús

Longu tá tú kemur umborð á Norrönu, kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí. Norröna er eitt av nýggjastu skipunum, ið dagliga sigla á Norðuratlantshavi. Á dekkinum er eitt ótrúligt útsýni til allan sjónarringin – aldur, hav og himmal – og tú hevur framúr møguleikar at eygleiða fugl og hval. Innandura hevur Norröna nógv at bjóða gestum sínum. Gastronomiska úrvalið er stórt og spennandi. Hartil er nógv áhugavert, tú sum ferðandi kanst takast við umborð.

 

Matstovur

Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í The Diner ella stóra vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Kundi tú heldur hugsað tær eitt gott kvøld við gourmet mati og góðum víni, so royn okkara frálíku gourmet matstovuna Simmer Dim.

 

 

Innkeyp

Vitjið okkara frálíka og útbygda tollfría handil - Explorer Shop. Har er stórt úrval av dygdarvørum til tollfríar prísir. Umframt stórt úrval av luktilsi, smyrsli, smykkum, leiku til bæði smá og størri børn, góðgæti og gávulutum, hevur handilin stórt úrval av bæði føroyskum og útlendskum merkivørum.

 

Til børnini

Umborð er nógv til tey smáu. Millum annað kunnu tey royna stóra spæliplássið við klintriborg, akibreyt, klintrineti og samvirknum boksibóltum. Har hitta tey javnaldrar, finna sær nýggj vinfólk og kunnu spæla í tímavís. Eisini ber til at fara ein túr í biograf, har barnafilmar verða vístir um dagin, aftaná kunnu tey brúka orkuna í svimjihylinum á dekk 2, ella sparka fótbólt á uttandura FIFA fótbóltsvøllinum á dekk 7.

 

sml-productlist-2015-new-general
  • Matstovur og prísir

    Matstovur og prísir

    Bílegg matin áðrenn fráferð og spar upp til 20%.

  • Kømur

    Kømur

    Vel ímillum fleiri ymisk sløg av kømurum.

  • Minibarr

    Minibarr

    Bílegg minibarr áðrenn fráferð - einans í kømrum við vindeyga.

  • Kafeir og barrir

    Kafeir og barrir

    Umborð á Norrönu eru tvær kaféir/barrir, Naust á dekk 5 og Sky Bar á dekk 8.

  • Til handils

    Til handils

    Á dekk 5 finnur tú Taks-fría handilin Explorer Shop.

  • Heitir pottar

    Heitir pottar

    Her fært tú hita og vælveru við útsýni yvir Norðuratlantshavið.

  • Biografurin

    Biografurin

    Kom og síggj ein góðan film í briografinum fyri einans kr. 50.

  • Móttøkan

    Móttøkan

    Starvsfólkini í móttøkuni á dekk 5 eru altíð klár til hjálpar.

  • Tráðleyst internet

    Tráðleyst internet

    Í samstarvi við Telenor Maritime hevur Smyril Line gjørt tað møguligt hjá øllum ferðandi at fáa atgongd til internetið meðan siglt verður.

  • Um Norrönu

    Um Norrönu

    Norröna er bygd sum bæði ferðafólka- og fraktskip.

  • Svimjihylur

    Svimjihylur

    Forkela kropp og sál á dekki 2. Her finnur tú fitnessrúmið, hitarúmið og svimjihylin. Svimjihylurin er afturlatin í vetrarmánaðunum november til mars.

  • Fitness

    Fitness

    Á dekki 2 er fitnessrúm. Har eru nógvar maskinur og amboð at venja við og á. Tað er ókeypis at venja í fitnessrúminum.

  • FIFA fótbóltsvøllur

    FIFA fótbóltsvøllur

    FIFA fótbóltsvøllurin er í bakborði á dekki 8, úti á opnum dekki.

  • Play station rúm

    Play station rúm

    Á dekk 6 kunnu tey ungu hugna sær við Play Station spølum saman við øðrum javnaldrum.

  • Spælipláss

    Spælipláss

    Norröna hevur eitt stórt og sera áhugavert spælipláss til børnini at bóltra sær í. Har er klintriborg, rusjibani, klintrineti o.a.

Melda til tíðindabræv

Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 13. nov 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 14. nov 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 15. nov 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.