Frítíðin byrjar umborð

fo - SNARFERÐ TIL ÍSLANDS Í HEYSTHÁLVUNI

SNARFERÐ TIL ÍSLANDS Í HEYSTHÁLVUNI

Tú gert av, hvussu teir 35 tímarnir við bryggju skulu brúkast. 

Tá Norröna leggur at á Seyðisfirði týsmorgun kl. 09:00 hevur tú allan dagin at ráða yvir. Tak bilin við fyri einans kr. 500 og far á sightseeing til grannafirðirnar, gongutúr niðan í fjøllini ella ein biltúr til Mývatn - tú nær eisini enn longur burtur frá Seyðisfirði, tí Norröna fer ikki avstað til Tórshavn fyrr enn kl. 20:00 næsta dagin.

 

Á túrinum er 3 x morgunmatarbuffet og 3 x kvøldarbuffet íroknað prísinum.

 

Á eystursíðuni kanst tú millum annað síggja støð, har kendir filmar og seriur, so sum Game of Thrones, James Bond, Lord of the Rings og Oblivion, eru upptiknir. Sí Ben Stiller skateboarda í Seyðisfjørði her, og sí Tom Cruise tosa um filmin Oblivion her.

 

Til ber eisini at fara til Eskifjørð, sum er ein tími við bili, har góður møguleiki er at njóta svimjihylin, sum hevur hitapottar og rutsjubana. Sí fleiri koyrimøguleikar niðanfyri.

 

Íslandscruise er galdandi á útvaldum fráferðum.

 

Prísir fyri hvønn

 

Tá 2 vaksin og 2 børn (3-11 ár) ferðast saman:

kr. 1.049 

 

Tá 2 vaksin ferðast saman:

kr. 1.895 

 

Tá 1 vaksin ferðast sjálvur:

kr. 1.695 

 

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00