Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - SNARFERÐ TIL ÍSLANDS Á PÁSKUM

SNARFERÐ TIL ÍSLANDS Á PÁSKUM

Fráferð 17. apríl - úr einans kr. 795 

Fráferðin úr Føroyum er mánadagin 17. apríl kl. 14.00, og Norröna leggur at í Seyðisfirði týsmorgun kl. 09:00.

 

Tit hava hálvtannað samdøgur at uppliva eystursíðuna av Íslandi. Bilin kunnu tit hava við fyri einans kr. 499. Góður møguleiki at fara biltúr til nærmastu grannabygdirnar, gongutúr í nærumhvørvinum ella ein túr til Mývatn, ið liggur umleið 2 1/2 tíma frá Seyðisfirði, har tit m.a. kunnu vitja heilsu- og náttúrubaðardepilin Jarðbøðin.

 

Á eystursíðuni kunnu tit eisini síggja støð, har kendir filmar og seriur, so sum 'Game of Thrones', 'James Bond', 'Lord of the Rings' og 'Oblivion', eru upptiknir. Sí Ben Stiller skateboarda í Seyðisfjørði her, og sí Tom Cruise tosa um filmin Oblivion her.

 

Til ber eisini at fara ein túr til Eskifjørðin, ið er ein tíma við bili frá Seyðisfirði. Har er góður møguleiki at njóta svimjihylin, sum hevur hitapottar og rutsjubana. 

 

Við í snarferðarprísinum hjá teimum vaksnu er kvøldarbuffet mánakvøld. Og til børnini eru allar máltíðirnar umborð við í prísinum. Les meira her.

 

Um tit ferðast uttan bil, er møguligt at bíleggja útferð í Íslandi saman við snarferðini.

Sí útferðarmøguleikar niðanfyri.

 

 

Prísir

 

1 vaksin í deildum 4-koyggjukamari: 

 

úr kr. 795

 

 

2 vaksin í 2-koyggjukamari uttan vindeyga: 

 

úr kr. 1.990

 

 

2 vaksin og 2 børn (3-11 ár) í 4-koyggjukamari uttan vindeyga: 

 

úr kr. 2.790

 

SMSC

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00