34 59 00
fo - Explorer Highland

Explorer Highland

Til tín, ið ferðast við 4x4 bili

Leiðin er ikki long, men koyrt verður víða um. Rutan fevnir um tey mest forvitnisligu støðini í hálendinum og fevnur um meginpartin av Íslandi. Umráðandi er at koyra í einum 4x4 heldur størri bili. Ferðin kann einans gerast í summarhálvuni.

 

Tað kemur ongantíð fyri, at tú stendur í eini bilrøð - har afturímóti skal tú vaða yvirum áir um forðingar ikki gera, at tú mást venda við. Ígjøgnum veturin er hálendið óatkomuligt - bert um summari kann koyrast her við einum 4x4 bili. Um tú hevur ein 4x4 bil, sum einans verður nýttur til býarkoyring kundi tíðin verið búgvin til at roynt skjótleikan hjá einum slíkum bili í rætta umhvørvinum. Koyr av alfaravegi inn í onga manna land og njót tað ókenda. Kókað primusin undir opnum himni – og finn fram til tín innara rannsóknarfara.

 

Vit standa fyri farleiðini og teim góðu ráðunum – meðan tú umboðar viti og skili. Njót eina ógloymandi ferð runt Ísland, har 95% av veganetinum eru steinsett og atkomuligt hjá vanligum familjubilum ella motorsúkklum. Vit hava skraddaraseymað serligar ferðaleiðir í eina ella tvær vikur fyri at fáa vissu um, at tú fært sum mest av stórfingnum, áhugaverdum upplivilsum, ið Ísland hevur at bjóða: hugtakandi landsløg, bjørg, fossar, lava landsløg umframt hugnalig og vøkur bygdarløg.

 

 

    Hevur tú eisini sæð:

    • Matur

      Matur

      Norröna bjóðar matarupplivingar til øll

    • Kømur umborð

      Kømur umborð

      Ljós og góð kømur við mongum hentleikum

    • Undirhald

      Undirhald

      Frítíðin byrjar umborð

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. nov 23:59
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 23. nov 21:00
    Koma (lokal tíð)
    Hirtshals. 25. nov 10:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.