•  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  

Cruise til Íslands í apríl og mai við 35 tímum á landi

Smyril Line - Cruise til Íslands í apríl og mai við 35 tímum á landi

Cruise til Íslands í apríl og mai við 35 tímum á landi

Úr einans kr. 1.695 fyri hvønn við máltíðum

Nú hava tit veruliga møguleikan at uppliva vøkru náttúruna á Eysturlandinum. Milda veðurlagið á hesi leiðini av Íslandi ger, at veðrið ikki er ein forðing fyri at gera tað einum lystir.

 

Tilboðið er galdandi hesar fráferðir: 15. apríl og 6. mai 2019

 

Ferðin byrjar longu tá tit koma umborð á Norrönu í Tórshavn. Tax free handilin og matstovurnar lata upp, og tit hava møguleika at njóta vælveruna í heitu pottunum, meðan tit síggja oyggjarnar fara í hav. Kanska tey yngru leita sær innar í Playstation rúmið ella í biografin, møguleikarnir eru nógvir.

 

Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni kl. 09:00 til mikukvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tit hava fríar ræsur at hyggja tykkum um har á leiðini. Um tit velja at taka bilin við á ferðini, er lagamanni at vitja hugnaligu grannabygdirnar, ella uppliva serstaka landslagið við Mývatn. Um tit velja Mývatn, mæla vit til at hava svimjiklæðini við.

 

Ella vitjið støð á Eysturlandinum, har kendir filmar og seriur, so sum 'Game of Thrones', 'James Bond', 'Lord of the Rings' og 'Oblivion', eru upptiknir. Sí Ben Stiller skateboarda í Seyðisfjørði her, og sí Tom Cruise tosa um filmin Oblivion her.

 

Ein túrur til Eskifjørðin, ið er ein tíma við bili frá Seyðisfirði, kann eisini viðmælast. Har er góður møguleiki at njóta svimjihylin, sum hevur hitapottar og rutsjubana. 

 

Eisini er høvi at vitja áhugaverd søvn í bygdini, nevnast kunnu gamla el-verkið, ið er tað elsta av sínum slag í Íslandi og gamla smiðjan, har víst verður hvussu ymiskt bleiv evnað til í gomlum døgum.

 

Tit búgva umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði, og er hetta sostatt tykkara gistingarhús á allari ferðini. 

 

 

Prísur fyri hvønn, tá 2 ferðast saman

 

úr kr. 1.695

 

SNARIS

Íroknað:
  • Cruise Tórshavn-Seyðisfjörður-Tórshavn
  • Kamar uttan vindeyga
  • 3 x morgunmatarbuffet
  • 3 x kvøldarbuffet
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Koyrimøguleikar

     

    Hevur tú bilin við, vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á eystursíðuni í Íslandi

     

     

    Egilstaðir

    Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilstaðir. Sí koyrivegleiðing.

    Har eru góðir møguleikar til shopping og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Les um Egilstaðir her

     

    Mývatn

    Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn, sum er eitt mini Bláa Lónið. Eitt satt byggilistaprýði har gestirnir kunnu slappa av í lónini ella í natúrliga dampbaðnum. Sí prísir o.a. her

     

     

    Eskifjörður

    1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. Les um Eskifjörð her

     

    Eskifjörður

     

    Seyðisfjørður

    Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. Les meira her. 

     

     

    Eysturlandið

    Á Eysturlandinum er alt frá jøklum, skógum, fuglabjørgum til smalar og vakrar firðir.

    Les meira um Eysturlandið her.

    Útferðir í Íslandi

    • Lake Lögurinn
      Varir í
      ca. 7 tímar. Byrjar kl. 09:00 og eru aftur uml. kl. 16.00
      Íroknað
      Busstúrur við ferðaleiðara, atgongupeningur og døgurða buffet í Skriðuklaustur
      Tøkt í árstíð
      Vár og heyst
      Prísur fyri hvønn
      kr. 598
      Kann bíleggjast:
      Bílegg útferðina á 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo.

      Reyðifjørður er longsti fjørður á eystursíðu Íslands. 

       

      Í byrjanini av 20. øld var Reyðifjørður ein handils og fiskihavn. Grundað á góð havnaviðurskifti og framúr strategiska staðseting, gjørdist Reyðifjørður næststørsta herstøðin í Íslandi undir øðrum heimsbardaga. Møguleiki er at vitja krígssavnið, sum liggur á gamla herbúðarøkinum ( atgongugjald er ikki íroknað ). 

       

      Eftir hesa vitjan, heldur leiðin áfram til Egilstaðir og víðari fram við suðureysturstrondini av Lake Løgurin / Laugarfljóti. Síðani koyra vit framvið vøkru Hallormstaðskóginum, sum er størsti skógur í Íslandi.
      Næsti støðgur er í Skriðuklaustur – mentanarmiðstøð Eysturíslands – ein umleið 1000 ára gamal harragarður, ið upprunaliga á fyrsta sinni var eitt klostur – men seinni gjørdist mentanardepil undir heitinum Gunnarstofnun, ognaður Gunnar Gunnarssyni, sum er millum kendastu rithøvundar Íslands í 20. øld. Undir vitjan okkara, fáa vit ein millummála í hugnaligu matstovuni Klausturkaffi. Beint við síðuna av mentanardeplinum liggur Snæfellsstofa – vitjanardepil, ið er bygdur til frama fyri  tjóðarparkini Vatnajøkul, sum er størst í øllum Europa. 

       

      Umsíðir eru vit ávegis heimaftur við einum tíma støðgi á Egilstøðum, har høvi verður at taka sær av løttum, áðrenn farið verður aftur til Seyðisfjarðar.

       

    • Mývatn
      Varir í
      ca. 10 tímar. Byrjar við komu og eru aftur millum kl. 19:00-20:00
      Íroknað
      Busstúrur við ferðaleiðara og okkurt lætt til matna í Jarðböðin
      Tøkt í árstíð
      Vár og heyst
      Prísur fyri hvønn
      kr. 898
      Kann bíleggjast:
      Bílegg útferðina á 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo.

      Sermerktur túrur til Mývatn.

       

      Vegurin úr Seyðisfirði til bygdina Egilstaðir greinar seg yvir 620 m høga Fjarðarheiði haðani hann heldur áfram oman í Jøkuldalin og snýr sær síðani niðan gjøgnum brekkuta lendið á Jøkuldalsheiði fyri at enda á Mývatnar oyðimarkarkendu víddum. Vit støðga í Námaskarði fyri at uppliva, tá jarðarinnar ótálmaða megi ger um seg við sínum gosum, kókandi gosbræðing í mánakenda landslagnum.
       

      Á vegnum runt vatnið koma vit fram til norðursíðuna har býurin Reykjahlíð liggur, síðani halda vit leiðina fram til suðursíðuna, har útbrend gosop nærhendis Skútustøðum eru ein áhugverd og serstøk sjón. Tá støðgað verður við Dimmuborgir, verður møguleiki at spáka sær ein túr fyri at kanna gosbræðingalandslagið nærri.
       

      Áðrenn vit halda leiðina heimaftur, støðga vit á við Jarðbøðin, ið er heilsu- og nátturubaðardepil. Vit fáa ábit - og um ein hevur hug, er møguleiki at njóta eitt vælverubað á staðnum. Á heimvegnum koyra vit framvið Dettifossi í Norðuíslandi. Fossurin er 44 m til hæddar og 100 m breiður – í miðal renna uml. 193 kubikmetur av vatni í sekundi úr fossinum - og hetta ger hann til krafmiklasta foss í øllum Europa. Dettifossur er uttan iva, hæddarpunktið á sjálvum túrinum.

       

       

    Filmur Egilsstaðir

    Filmur Eskifjörður

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 18. apr 21:00
    Koma (lokal tíð)
    Hirtshals. 20. apr 10:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 20. apr 15:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.