Cruise til Íslands 22. oktobur

Smyril Line - Cruise til Íslands 22. oktobur

Cruise til Íslands 22. oktobur

Tit hava hálvtannað samdøgur at uppliva eystursíðuna av Íslandi. Bilin kunnu tit hava við fyri einans kr. 499. Góður møguleiki er at fara biltúr til nærmastu grannabygdirnar, gongutúr í nærumhvørvinum ella ein túr til Mývatn, ið liggur umleið 2 1/2 tíma frá Seyðisfirði, har tit m.a. kunnu vitja heilsu- og náttúrubaðardepilin Jarðbøðin.

 

Á eystursíðuni kunnu tit eisini síggja støð, har kendir filmar og seriur, so sum 'Game of Thrones', 'James Bond', 'Lord of the Rings' og 'Oblivion', eru upptiknir. Sí Ben Stiller skateboarda í Seyðisfjørði her, og sí Tom Cruise tosa um filmin Oblivion her.

 

Til ber eisini at fara ein túr til Eskifjørðin, ið er ein tíma við bili frá Seyðisfirði. Har er góður møguleiki at njóta svimjihylin, sum hevur hitapottar og rutsjubana. 

 

Við í prísinum er eisini ein kvøldarbuffet mánakvøld. 

 

 

Prísir

 

1 ferðandi í deildum 4-koyggjukamari: 

 

kr. 995

 

 

 

OSMSC

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Koyrimøguleikar

     

    Hevur tú bilin við, vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á eystursíðuni í Íslandi

     


     

    Egilstaðir

    Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilstaðir. Sí koyrivegleiðing.

    Har eru góðir møguleikar til shopping og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Les um Egilstaðir her

     

    Mývatn

    Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn, sum er eitt mini Bláa Lónið. Eitt satt byggilistaprýði har gestirnir kunnu slappa av í lónini ella í natúrliga dampbaðnum. Sí prísir o.a. her

     

     

    Eskifjörður

    1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. Les um Eskifjörð her

     

    Eskifjörður

     

    Seyðisfjørður

    Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. Les meira her. 

     

     

    Eysturlandið

    Á Eysturlandinum er alt frá jøklum, skógum, fuglabjørgum til smalar og vakrar firðir.

    Les meira um Eysturlandið her.

    Uppstiga

     

    Prísirnir eru galdandi aftur og fram:

     

    Einakamar við vindeyga  kr. 300
    2-koyggjukamar uttan vindeyga kr. 400
    2-koyggjukamar við vindeyga   kr. 600
    Kamar við dupultsong og vindeyga      kr. 1.400
    4-koyggjukamar við vindeyga kr. 400

     

    Filmur Egilsstaðir

    Filmur Eskifjörður

    Melda til tíðindabræv

    Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 06:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 14:00
    Koma (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 23. okt 09:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.