Vetrarcruise til Íslands við 35 tímum á landi

Smyril Line - Vetrarcruise til Íslands við 35 tímum á landi

Vetrarcruise til Íslands við 35 tímum á landi

4 fráferðir í februar - úr einans kr. 299 fyri hvønn

Nú hava tit veruliga møguleikan at uppliva vøkru náttúruna á Eysturlandinum á hávetri. Milda veðurlagið á hesi leiðini av Íslandi ger, at veðrið ikki er ein forðing fyri at gera tað einum lystir.

 

Tilboðið er galdandi hesar fráferðir: 4., 11., 18. ella 25. februar 2019

 

Ferðin byrjar longu tá tit koma umborð á Norrönu í Tórshavn. Tax free handilin og matstovurnar lata upp, og tit hava møguleika at njóta vælveruna í heitu pottunum, meðan tit síggja oyggjarnar fara í hav. Kanska tey yngru leita sær innar í Playstation rúmið ella í biografin, møguleikarnir eru nógvir.

 

Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá týsmorgni kl. 09:00 til mikukvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tit hava fríar ræsur at hyggja tykkum um har á leiðini. Um tit velja at taka bilin við á ferðini, er lagamanni at vitja hugnaligu grannabygdirnar, ella uppliva serstaka landslagið við Mývatn. Um tit velja Mývatn, mæla vit til at hava svimjiklæðini við.

 

Náttúran kring Seyðisfjørð er sera vøkur við høgum fjøllum báðumegin fjørðin. Hetta hevur ført við sær at fólk koma til Stafdal, ið liggur beint oman fyri bygdina at standa á skíð, ella at skreiða. Eisini er høvi at vitja áhugaverd søvn í bygdini, nevnast kunnu gamla el-verkið, ið er tað elsta av sínum slag í Íslandi og gamla smiðjan, har víst verður hvussu ymiskt bleiv evnað til í gomlum døgum.

 

Tit búgva umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði, og er hetta sostatt tykkara gistingarhús á allari ferðini. 

 

Les meira um Mývatn her
Les meira um skíðøkið á Seyðisfirði her

 

 

 

Prísur fyri hvønn

 

úr kr. 299

 

 

SNARIS

Íroknað:
  • Cruise Tórshavn-Seyðisfjörður-Tórshavn
  • Kamar uttan vindeyga
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Matartilboð


    Matartilboð

     

    kr. 750 fyri hvønn

    Spar kr. 189

     

    Fyri allar máltíðirnar niðanfyri:

     

    Mánadag

    • Dagsins rættur um kvøldið

     

    Týsdag

    • Morgunmatur í The Diner
    • Matpakki
    • Dagsins rættur um kvøldið
       

    Mikudag

    • Morgunmatur í The Diner 
    • Matpakki
    • Dagsins rættur um kvøldið
       

    Hósdag

    • Morgunmatur í The Diner
    • Dagsins rættur miðmáli
       

    Um tú ynskir at uppstiga til 3-rættað mátskrá mikukvøld er eyka kostnaðurin kr. 245

     

    Koyrimøguleikar

     

    Hevur tú bilin við, vísa vit á nøkur av sermerktu støðunum á eystursíðuni í Íslandi

     


     

    Egilstaðir

    Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilstaðir. Sí koyrivegleiðing.

    Har eru góðir møguleikar til shopping og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Les um Egilstaðir her

     

    Mývatn

    Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn, sum er eitt mini Bláa Lónið. Eitt satt byggilistaprýði har gestirnir kunnu slappa av í lónini ella í natúrliga dampbaðnum. Sí prísir o.a. her

     

     

    Eskifjörður

    1 tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð. Les um Eskifjörð her

     

    Eskifjörður

     

    Seyðisfjørður

    Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum. Les meira her. 

     

     

    Eysturlandið

    Á Eysturlandinum er alt frá jøklum, skógum, fuglabjørgum til smalar og vakrar firðir.

    Les meira um Eysturlandið her.

    Filmur Egilsstaðir

    Filmur Eskifjörður

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Koma (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 11. des 09:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 12. des 20:00
    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn . 13. des 15:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.