•  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  

Bussferð runt Ísland í eina viku

Smyril Line - Bussferð runt Ísland í eina viku

Bussferð runt Ísland í eina viku

Við donskum ferðaleiðara

 

Fráferð mikudagin 12. juni 2019 úr Havnini

Summarið 2019 bjóða vit eina rundferð við donskum ferðaleiðara til landið úr eldi og ísi, Ísland. Ferðin tekur 9 dagar, frá mikudegi til fríggjamorgun vikuna eftir. 

 

Hendan serliga bussferðin vísir tey vakrastu merkisstøðini í Íslandi. Oyggin úr eldi og ísi, har náttúran hevur skapað eitt makaleyst støði við óendaliga nógvum fjølbroytni. Her sært tú mest bergtakandi fossar í Europa, t.d. tann ovurstóri Dettifossur, tann tignarligi Gullfossur – og Góðafossur, gudanna fossur. Tú kanst uppliva ovurstóra myndan av grótbræðingum og mánalandslagi. Tú kanst gleðast um vøkru náttúruna við Mývatn – og hvíla teg í heita vatninum í Mývatn Nátúrbaði. Tú sært størsta jøkul í Europa, Vatnajökull, sum hevjar seg og hevur stóra ávirkan á Suðurlandið í Íslandi. Tú kanst njóta útsýnið av flótandi ísfjøllum á jøkulspollinum Jökulsárlón. Far ein gongutúr í litríka høvuðsstaðnum Reykjavik.

 

Dettifossur

 

Hósdagur 13.06.2019

Vit viðmæla at eta morgunmat tíðliga, so tú kanst njóta innsiglingina til Seyðisfjörðin á dekkinum. Norröna leggur at í Seyðisfirði kl. 08:30, staðartíð (tá klokkan er 09:30 umborð). Ferðandi fara í land eftir landgonguni. Bíðirúm er á farstøðini. Bussurin hjá tykkum í ferðabólkinum er við farstøðina, og nú er klárt at fara túrin runt Ísland. Leiðin gongur fyrst tvørtur yvir 620 m høga fjallaskarðið, Fjarðarheiði. Á hinari síðuni av fjallaskarðinum liggur Egilsstaðir, størsti býurin á Eystlandinum. Vit fara víðari fram við teimum vøkru eysturfirðunum og steðga á í Stöðvarfirði, har møguleiki er at vitja Steinsavnið hjá Petru (atgongugjald verður goldið hvør sær). Petra var ein eldri dama, sum alt lívið savnaði vakrar steinar. Haðani koyra vit víðari til útróðrarbygdirnar Breiðdalsvík og Djúpavág, samstundis sum vit njóta náttúruna. Úr Djúpavági koyra vit fram við Hamarsfirði og Alftafirði og víðari fram við Hvalnesi og Lonsfirði, sum er kendur fyri síni stórfingnu, litríku fjøll. Á vestursíðuni á Almannaskarði koma vit til Höfn, týdningarmesti býurin á syðrapartinum av Eystlandinum. Vit halda fram móti Suðursveit-økinum, har vit skulu gista.

 

Seyðisfjörður

 

Fríggjadagur 14.06.2019

Úr Suðursveit koyra vit fram við strondini við Norðuratlantshavinum á vinstru hond – og á høgru hond kunnu vit njóta útsýnið til Vatnajökull. Vit steðga við dagsins bestu uppliving, Jökulsárlón, jøkulspollurin við sínum smáu, flótandi ísfjøllum. Tað verður møguleiki við einum siglitúri við amfibiubáti (gjald hvør sær). Síðani koyra vit til Skaftafell Tjóðarpark, har vit viðmæla ein gongutúr til Svartafoss. Vit halda fram vestureftir til bygdina Kirkjubæjarklaustur frá Skaftafelli. Vit koyra síðani um Kirkjubæjarklaustur gjøgnum vakra Eldhraun gosfjallið og tvørtur um sandslættan til Víkar, áðrenn vit halda fram til Drangshlíð, har vit gista. Her síggja vit vakra, 60 m høga fossin, Skógafoss.

 

Svartifossur

 

Leygardagur 15.06.2019

Vit leggja fyri við at koyra vestureftir á suðurlandinum, har vit koma fram við bygdunum Hvolsvölli og Hellu. Síðani halda vit fram til Haukadal, sum er tiltikin fyri sínar goskeldur. Vit geva okkum góðar stundir at síggja goskeldurnar, m.a Strokkur, sum uml. 5. hvønn minutt sendir eina vatnsúlu við heitum vatni og vatndampi upp í loft. Eftir vitjanina við Haukadal halda vit fram norðureftir – til kendasta fossin í Íslandi, Gullfoss. Haðani koyra vit suðureftir til bygdina Laugarvatn, og haðani halda vit fram til tjóðarparkina Þingvellir, har tað gamla tingið varð sett á stovn í 930 – og var virkið fram móti endanum av 18-hundraðtalinum. Tingið liggur úti á berajóli, so har eru ongar toftir at síggja, men tað sæst, hvar ið fólk komu saman á Þingvellum. Hetta økið er gitið fyri sín náttúrliga vakurleika og fyri sín jarðfrøðiliga týdning. Hiðani verður hildið fram til Selfoss, har vit gista.

 

Gullfoss

 

Sunnudagur 16.06.2019

Av Selfossi koyra vit gjøgnum bygdina Hveragerði til Reykjavíkar, har vit fáa eina býarrundferð. Síðani hava tit seinnapartin at fara eina kanningarferð í Reykjavik. Býurin er ein samanseting av høvuðsstaðarágóða og bygdarlívssjarmu og hevur nógv at bjóða. Flestu matstovur og listasøvn eru í miðstaðarøkinum, og har er eisini handilsgøtan Laugavegur. Tað eru tvær stórar handilsmiðstøðir, Kringlan og Smáralind. Í Laugardali í eysturendanum av býnum er ein plantufrøðigarður og ein familjupark við einum lítlum djóragarði. Við Öskjuhlíð, í útsynningshorninum av býnum, er ein heyggur við einum stórum bygningi við einum stórum hválvi. Hetta er Perlan, sum er bygd oman á nakrar tangar við heitum vatni. Á 5. hædd er ein matstova, sum melur runt, og á 4. hædd er ein sjálvtøkumatstova og ein svali, sum gongur allan vegin runt um hválvið, har tú kanst njóta eitt frálíkt útsýni yvir býin. Tað kendasta forngripasavnið í býnum er Ríkisgripasavnið, sum er í miðdeplinum. Í eystara parti av býnum er eitt útisavn, Árbæjarsafn. Ert tú ævintýrahugaður, kunnu vit viðmæla at fara á hvalaveiðiferð ella at vitja Viðey.

 

Reykjavík

 

Mánadagur 17.06.2019

Vit fara úr Reykjavik og koyra gjøgnum bygdina Kleppjárnsreykir til størstu heittvatnskelduna í Íslandi, Deildartunguhver, sum framleiðir 180 litrar við 96 stigum heitum vatni hvørt sekund. Vit koma framvið Hraunfossum, nakrir smáir fossar, sum á undurfullan hátt koma dettandi úr grótbræðingini. Eftir steðgin her verður farið norðureftir og upp um fjallaskarðið Holtavörðuheiði til Hrútafjarðar. Har koma vit fram við lítlu bygdini Laugarbakki. Ferðin til Akureyri heldur fram gjøgnum bygdina Blönduós og tann sera langa dalin, Langidalur. Síðani koma vit til Batnsskarð til  býin Varmahlíð í Skagarfirði, sum er kendur fyri hestahald. Úr Varmahlíð koyra vit gjøgnum fjallaskarðið Öxnadalsheiði og Öxnadal, har vit fáa eitt yvirlit yvir Hraundrangar, ein stórur og brattur fjallatindur norðan fyri vegin. Áðrenn vit fara inn á hotellið í Eyjafirði, koyra vit ein túr til Akureyri og hyggja okkum um í býnum. 

 

Akureyri

 

Týsdagur 18.06.2019

Okkara fyrsti steðgur er við Góðafoss. Síðani gongur leiðin til Húsavíkar. Har kanst tú vitja hvalasavnið (goldið verður hvør sær). Úr Húsavík verður farið víðari til Ásbyrgi, sum er ein ómetaliga djúp gjógv við skapi sum ein hestaskógvur, umgird av fjøllum í 100 metra hædd. Her ganga vit ein túr í vøkru náttúruni, áðrenn vit koyra aftur til Húsavíkar, har vit gista. (Tað er ein møguleiki at fara á hvalaveiðu (gjald hvør sær), um tú heldur vilt tað í mun til Ásbyrgi).

 

Godafossur

 

Mikudagur 19.06.2019

Í dag gongur leiðin til náttúruvakra økið við Mývatn og Skútustaðir, har tú sært eitisgoskoppar (pseudo-krater). Vit vitja eisini Dimmuborgir, sum er ein villiniborg (labyrint) í grótbræðingini. Síðani vitja vit Mývatn Nátúrbað (gjaldið er íroknað samlaða prísin) – og Námaskarð, har kókandi runudíki og gult svávulskap er ein minnilig sjón. Áðrenn vit halda fram eftir høvuðsvegnum til Egilsstaðir, har vit skulu gista, vitja vit Dettifoss, kraftmiklasti fossur í Europa.

 

Jarðböðin

 

Hósdagur 20.06.2019

Av Egilsstøðum koyrir bussurin til Seyðisfjarðar, har vit fara við Norrönu aftur til Føroyar.

 

Gev gætur at allir prísir fyri pakkaferðir til Íslands kunnu verða broyttir um íslendski ferðafólkaskatturin hækkar.

Prísur fyri hvønn

 

Tá tvey ferðast saman

 

Í 2-koyggjukamari uttan vindeyga:

 

úr kr. 15.990

 

 

Í 2-koyggjukamari við vindeyga:

 

úr kr. 16.690

 

 

Ein ferðandi

 

Í einakamari við vindeyga:

 

úr kr. 21.190

 

 

Íroknað:
  • Ferð í 9 dagar
  • Sigling Tórshavn-Seyðisfjörður og aftur
  • HK bussur við donskum ferðaleiðara
  • Kamar við egnum vesi og baðirúmi – og sjónvarpi
  • Hálvt kostarhald umborð á Norrönu (1 x morgunmat og 2 x kvøldarbuffet)
  • Rundferð í Íslandi í 7 dagar
  • 7 gistingar á hotelli, gistingarhúsi og bóndagarði í Íslandi
  • Atgongd til Mývatn Nátúrbað
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 18. apr 21:00
Koma (lokal tíð)
Hirtshals. 20. apr 10:00
Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals. 20. apr 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.