34 59 00

  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
Smyril Line - Alter Meierhof

Alter Meierhof

5 stjørna vælveruhotel 

Vitalhotel Alter Meierhof er eitt 5 stjørna vælveruhotel, sum er ætlað vaksnum fólki. Hotellið liggur í Flensburg í Týsklandi, ið er beint við markið til Danmark. Umhvørvið er einastandandi vakurt. Umringað við skógi og einum lítlum býi, hevur tú eisini fantastiskt útsýni yvir fjørðin í Flensburg. Hvørt kamar er unikt, eingin kømur eru eins. Hugsað hevur verið um hvønn einstakan smálut, har innbúgvið og lutirnir í kømrunum eru úr fornaldarmentan.
 

Tær fýra matstovurnar á hotellinum eru á sera høgum støði. Matstovan Meierei Dirk Luther bjóðar máltíðir við íblástri úr franska køkinum við einum “nútíðartvisti”. Bodega hevur lekkurt tapas við sera hóskandi og vælsmakkandi víni afturvið. Vitalbar er í svimjihøllini, har tú kanst fáa tær morgunmat eftir ein góðan svimjitúr. Og í matstovuni Brasserie kanst tú njóta summarkvøldini við góðari máltíð á altanuni við útsýni yvir fjørðin í Flensburg. 

Stóra vælveruøkið Hof-Therme er 1400 m2 við bæði innan- og uttandurasvimjihyljum. Eftir at tú hevur verið í saunaøkinum kanst tú svala tær av í kalda hylinum ella fara ein gongutúr í garðinum. Hevur tú eina góða bók tú kundi hugsað tær at lisið, so er upplagt at fara í stillarúmið at njóta friðin. Her eru nógvar viðgerðir, sum tú kundi gjørt tær dælt av – sí faldaran her.

 

Úr Hirtshals til Alter Meierhof tekur tað einans 4 tímar at koyra.  

 

Vit viðmæla, at tú hyggur eftir heimasíðuni hjá Alter Meierhof, soleiðis at tú á henda hátt av álvara fært stemningin á hesum einastandandi hotellinum fyri vaksin inn undir húðina. Vitja heimasíðuna her

Prísur í summar


2 vaksin við bili og gisting í 4 nætur


úr kr. 13.640
 

Íroknað:
  • Gisting í 2-koyggjukamari uttan vindeyga umborð á Norrønu
  • Bilur (vanlig stødd)
  • Gisting í dupultkamari á hotellinum 
  • Morgunmatarbuffet í Brasserie matstovuni
  • Frískar fruktir og vatn inn á kamarið við komu
  • Baðikápa til láns, umframt baðisandálur  
  • Atgongd til Hof-Therme við innan- og uttandura svimjihyli, finskari sauna, rómverskt bað, dampbað við steinum, hvíliøki. og uttandura terrassa við svimjihylin. 
  • Atgongd til vatnítrótt dagliga

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

Hevur tú eisini sæð

sml-productlist-2015-new-general
  • Matur

    Norröna bjóðar matarupplivingar til øll

  • Kømur umborð

    Ljós og góð kømur við mongum hentleikum

  • Undirhald

    Frítíðin byrjar umborð

Melda til tíðindabræv

Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals. 19. mai 15:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 21. mai 08:00
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 21. mai 14:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.