fo - ALL INCLUSIVE SUMMARCRUISE

ALL INCLUSIVE SUMMARCRUISE

Okkara “All inclusive Summarcruise” hóskar til okkum øll; bæði til vaksin, børn, eldri og bólkar.

Fráferð fríggjamorgun: 23.06 og 30.06.2017

Fráferð sunnukvøld: 25.06-20.08.2017

 

Fleiri familjur, pør og eitt nú bindiklubbar hava verið við hendan túrin seinastu árini, og felags fyri tey øll er at tey hugna sær. Tú hevur longu goldið fyri bæði ferð og mat áðrenn tú kemur umborð, tískil skalt tú bara slappa av og møta upp til máltíðirnar - tær nýtist ikki at hugsa um annað enn at hugna tær.

 

Hendan ferðin er eitt upplagt høvi hjá støkum, pørum, vinum og familjum at hugna sær umborð á stásiligu Norrönu, ið hevur undirhald, shopping og matupplivingar til allar aldursbólkar.

 

Fyri børn er Norröna sum at koma í eina heilt aðra verð, so hví ikki lata hesi smáu royna Føroya størsta skip? Vit hava altíð gott undirhald til børn um summarið, har m.a. sangur, skattaveiða, andlitsmáling og tónleikur er á skránni. Og ikki at gloyma biografin og spæliplássið. 

 

Droym teg burtur á sóldekkinum við eini bók og onkrum leskiligum afturvið úr umvældu Sky Bar, ella hoyr góðan live tónleik í Saga Café. Eisini er møguligt at forkela kropp og sál í hitarúminum, svimjihylinum, fitnessrúminum ella í heitu pottunum á dekk 7.

Prísir

 

Vaksin: úr kr. 1.495

 

Børn (3-15 ár): úr kr. 995

 

SMFC1

Íroknað:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

 

sml-productlist-2015-new-general