Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - ÓLAVSØKU SNARFERÐ 28. JULI

ÓLAVSØKU SNARFERÐ 28. JULI

Slepp tær burtur frá Ólavsøkuresinum, og byrja Ólavsøkumorgun umborð á Norrønu. 

Vit fara av Havnini fríggjamorgun 28. juli, og eru aftur sunnukvøldið 30. juli.

 

Set teg afturá og njót frítíðina umborð.

Byrjið dagin gott við stóra morgunmatarbuffetini í nýumvældu Norrøna Buffet. Farið síðani í heitu pottarnar meðan tit eygleiða Norðuratlantshavið, ella og stuttleikið tykkum í svimjihylinum, áðrenn børnini fara í biografin at síggja nýggjastu filmarnar, samstundis sum tit vaksnu kunnu fáa tykkum ein góðan kaffi latte í Naust.

 

Á middegi ber til keypa ein sunnan sandwich ella smyrjibreyð í The Diner, ella fáið tykkum vældámda burgaran í Simmer Dim. Seinnapartin er undirhald í Naust, har tit kunnu taka tykkum av løttum.

 

Um kvøldið eru allar matstovurnar opnar: Norrøna Buffet broðreiðir við alskyns mati til einhvønn tørv, The Diner hevur 2 ymiskir rættir at velja ímillum fyri ein bíligan penga, og so ikki at forsmáa a la carte matstovuna, Simmer Dim, sum borðreiðir við hágóðsku mati.

 

Vit kunnu við vissu siga tykkum, at tit ikki fara at keða tykkum.

 

Avmarkað pláss, so tað ræður um at skunda tykkum at tryggja tykkum pláss.

Tilboðsprísur

 

Fyri hvønn tá tvey ferðast saman

 

úr kr. 895

 

Ikki er møguligt at hava bil við.

 

Barn 12-15 ár kr. 698

 

Barn 3-11 ár kr. 498


Børnini fáa allar máltíðirnar íroknaðar í prísinum

SMST

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

sml-productlist-2015-new-general