Pakkatilboð Lalandia Billund og Landal Rønbjerg

Smyril Line - Pakkatilboð Lalandia Billund og Landal Rønbjerg

Pakkatilboð Lalandia Billund og Landal Rønbjerg

14 daga ferð við Norrönu íroknað gisting í tveimum av okkara bestu frítíðardeplum í Danmark

Vit hava sett saman hetta serliga tilboðið við gisting til familjur, sum er á tveimum av okkara bestu frítíðardeplum.

 

Fráferðirnar eru hesar: 30.06 / 07.07 / 14.07 ella 21.07.2019

 

Tilboðið kann bíleggjast so leingi pláss er fram til 1. februar 2019.

 

Tit gista 4 dagar í Lalandia Billund og 7 dagar í Landal Rønbjerg. Báðir deplarnir hava nógvar hentleikar til børn og vaksin, og hava vit bert fingið góð ummælir frá okkara gestum. Her fara tit ikki at keða tykkum. Nærhendis Rønbjerg og Lalandia eru stuttleikaparkir so sum Fårup Sommerland, Legoland og djóragarðurin Givskud Zoo.

 

 

Fyri 2 vaksin og 2 børn (3-11 ár) við bili í 14 dagar

 

úr kr. 23.990

 

Bílegg nú og spar millum kr. 1.854 og 3.647!

 

 

Íroknað:
  • Ferð við Norrönu Tórshavn-Hirtshals og aftur
  • 4-koyggjukamar uttan vindeyga
  • 1 bilur (max 5m L, og 1,9 H)
  • 4 nætur í Lalandia Billund. Gist verður í Classic Plus 4 húsi
  • 7 nætur í Landal Rønbjerg. Gist verður í 4B húsi
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

Lalandia Billund

4 dagar í Lalandia Billund

Umframt at her er eitt tað besta og størsta baðilandið í Danmark, eru her nógvir innan- og uttanduraaktivitetir. Eitt tað best dámda landið í Lalandia er Monky Tonky Land, sum er eitt aktivitetsland við øllum hugsandi hentleikum. Sum um her ikki er nokk at takast við, so er Legoland nærmasti granni.

 

Les meira um depilin her.

 

Landal Rønbjerg

7 dagar í Landal Rønbjerg

Um tykkum dámar eina aktiva frítíð ella vilja taka tykkum av løttum, so hava tit ríkar møguleikar til tess í Rønbjerg. Umframt stórt baðiland, spæliland, nógvar innan- og uttanduraaktivitetir, eru húsini sera hugnalig við terrassu og stórum grønum øki til børnini at stuttleika sær á.

 

Les meira um depilin her.

 

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 11. des 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 12. des 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn . 13. des 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.