Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - AALBÆK GL. KRO

AALBÆK GL. KRO

Partilboð íroknað gisting í 4 nætur á hugnaligu krónni Aalbæk gl. Kro. 

Tilboðið er galdandi hesa fráferð:

 

Fráferð úr Føroyum: 13. august 2017
Heimferð úr Danmark: 19. august 2017

 

Pakkið viðførið og góða lagið í bilin heimanífrá. Lættari kann tað ikki vera. Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí langt áðrenn tú kemur fram til títt frítíðarstað. Umborð kunnu tit njóta tíðina saman sum par. Ynskja tit hita og vælveru kunnu tit royna okkara vælumtóktu hitapottar, og kanska aftaná fáa tykkum eina góða máltíð í matstovuni Simmer Dim, ið bjóðar fjølbroyttar rættir og tænastu í serklassa.

 

Norðast í Jyllandi, miðskeiðis millum Frederikshavn og Skagen, liggur frítíðarbýurin Aalbæk. Gistingarhúsið í Aalbæk kann søguliga sæð skriva seg aftur til 1818. Tað var um tað mundi, tá Aalbæk var ein lítil útróðrarbygd ... men friðurin og náttúran er enn hin sama. Tað autentiska bygdasliga umhvørvið, við hugnaligum smáum gøtum og sjarmerandi havnalagið, er fullkomin karmur um ógloymandi frídagar.

 

Aalbæk gl. Kro er staðið fyri teg, ið leitar eftir eini frítíðarperlu í róligum umhvørvi. Í krónni verður borðreitt við góðum donskum mati, sum eggjakøka við fleski, stokt flesk við persillusós – umframt hetta kanst tú gleða teg til tríggjar úrvalsrættir frá høvuðskokkinum.

 

Les meira um krónna her.

 

Prísur fyri 2 vaksin við bili og 4 nætur á Aalbæk gl. Kro

 

kr. 9.990

(spar upp til kr. 1.180)

SMPD

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

HEVUR TÚ EISINI SÆÐ

  • MATUR

    MATUR

    Norröna bjóðar matarupplivingar til øll

  • KØMUR UMBORÐ

    KØMUR UMBORÐ

    Ljós og góð kømur við mongum hentleikum

  • UNDIRHALD

    UNDIRHALD

    Frítíðin byrjar umborð