Hotel Fårup

Smyril Line - Hotel Fårup

Hotel Fårup

Hotel í hjartanum av stuttleikaparkini Fårup Sommerland

 

Stuttleikaparkin í skóginum

Við meira enn 60 aktivitetum á einari stuttleikapark, kunnu vit við vissu siga, at tit ikki fara at keða tykkum. Á einum øki so stórt sum 55 fótbóltsvallir, kunnu tit stuttleika tykkum í stóra vatnlandinum, hoppilandinum, rusjibanunum, saman við djórunum, í bátunum, í tokunum og mongum mongum øðrum. Her eru aktivitetir til bæði stór og smá børn - og stórar barnsligar sálir.
 

Hotel Fårup

Miðskeiðis í stuttleikaparkini Fårup Sommerland liggur 4* familjuhotellið Hotel Fårup, har hugnaligt skógartema kemur til sín rætt á kømrunum. Øll kømruni eru barnavinarlig og leggja upp til spæl og hugna. Á kømrunum er ókeypis internet, sjónvarp, útvarp, hentleikar at gera kaffi/te og privata terassu ella altan. 
 

Nakrar av upplivingunum í stuttleikaparkini

  • Surf Hill: 120 metrar langur rutsjubani
  • Barnavatnland: Her kunnu tey smáu trygt og gott plaska
  • Regnskógurin: Stórt baðiland við nógvum forðingum, rutsjubanum, vatnkanónum o.ø.
  • Skattaveiða: Forðabreyt fyri alla familjuna
  • Hestar: Roynið ein av teimum 30 íslendsku hestunum í skóginum
  • Snarljósið: Far frá 0 til 80 km/t uppá einans 2 sekund!
  • Ódnin: Einasti rutsjubanin í Norðurevropa, sum bæði koyrir undir og yvir vatninum
  • Ferðsluskúlin: Koyr tín egna elbil í býnum við ferðsluljósi, rundkoyring, bensinstøð o.ø.
  • Skotbreyt: Kunnu tit raka skotskivuna við byrsuni í ektaðum cowboystíli?
 
Les meira um hotellið her.

Prísdømi fyri 2 vaksin og 2 børn (3-11 ár) í juli

 

úr kr. 3.200

 

Íroknað:
  • 1 nátt í standard familjukamari
  • Morgunmatur
  • Atgongumerkir til Fårup Sommerland 
  • Ókeypis Wi-Fi
  • Terrassa/altan

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 21. mar 21:00
    Koma (lokal tíð)
    Hirtshals. 23. mar 10:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 23. mar 15:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.