•  
  •  
  •  
  •  
  •  

Cruise til Danmarkar í mars

Smyril Line - Cruise til Danmarkar í mars

Cruise til Danmarkar í mars

Njótið eitt langt vikuskifti umborð á Norrönu

Hóskvøldið 7. og 21. mars er møguligt at fara cruise við Norrönu til Danmarkar. 

Vit fara av Havnini hóskvøld kl. 21:00, og eru aftur mánamorgun kl. 06:00. Norröna leggur at í Hirtshals kl. 10:00 leygarmorgun, og vit fara ikki avstað aftur fyrr enn kl. 15:00, so tú hevur eisini tíð at njóta nakrar tímar á landi, áðrenn fari verður avstað aftur.

 

Tá tú kemur umborð á Norrönu, kanst tú halda frí og njóta tíðina umborð við góðum mati og shopping. Vel millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í The Diner. Kundi tú heldur hugsað tær eitt gott kvøld við gourmet mati og góðum víni, so royn okkara frálíku gourmet matstovu Simmer Dim. Eisini hevur okkara handil umborð eitt stórt úrval av dygdarvørum til tollfríðar prísir.

 

Matartilboð

Bílegg matin áðrenn fráferð og spar upp til kr. 90 fyri hvønn:

  • Morgunmatur í The Diner: kr. 114
  • Miðmáli í The Diner: kr. 114 
  • Døgurði í The Diner: kr. 115
  • 3 rættir í Simmer Dim: kr. 360 
  • 5 rættir í Simmer Dim: kr. 540 
  • 7 rættir í Simmer Dim: kr. 660 

 

Prísur fyri hvønn

 

úr kr. 499

 

Aðrar prísir finna tit við at vitja okkara bíleggingarsíðu her á heimasíðuni ella við at ringja ella skriva til okkum. 

 

SNARFERD

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

Bílegg minibarr áðrenn fráferð

Bílegg minibarr áðrenn fráferð

 

Uttan alkohol einans kr. 89

Við alkohol einans kr. 129

 

Einans í kømrum við vindeyga.

 

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals . 16. feb 15:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 18. feb 06:00
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 18. feb 14:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.