•  
  •  
  •  
  •  
  •  

Várcruise til Danmarkar við 11 tímum á landi 14. – 18. marts

Smyril Line - Várcruise til Danmarkar við 11 tímum á landi 14. – 18. marts

Várcruise til Danmarkar við 11 tímum á landi 14. – 18. marts

Vistu tit, at tað tekur einans ein tíma at koyra frá Hirtshals til Aalborg og minni enn ein hálvan tíma at koyra til Hjørring? Hetta gevur tykkum hópin av møguleikum. Vitjið vinir og kenningar, shoppið ella brúkið tíðina uppá at slappa av í hugnaliga Norðurjútlandi - nú dagarnir leingjast og náttúran er við at lata seg í sín vakrasta várbúna. 

 

At ferðast sjóvegis millum lond, er hvíld í sær sjálvum og gott fyri sálina. Hugnin í  at seta seg til borðs í okkara stásiligu Norrøna Buffet, at njóta eina løtu í heitu pottunum ella bara at seta seg við eini góðari bók - er rein kvalitetstíð.

 

Undirhaldsskráin er á tremur. Hetta kemst nevniliga av, at árligi harmonikutúrurin er júst um sama mundi. Umframt serstaka stemningin, fáa tit høvi at hoyra nakrar av okkara bestu harmonikuspælarum - Hilmar Jan fer at undirhalda, og eisini verður felagssangur.

 

Morgun- og kvøldarbuffet er íroknað allar dagarnar, og skipað er fyri bussflutningi til Hjørring og Aalborg.

Prísur fyri hvønn við morgunmati og nátturða

 

Tá 1 ferðast sjálvur

Koyggja í deildum 4-koyggjuk.: kr. 1.995

Einakamar uttan vindeyga: kr. 2.395

 

Tá 2 ferðast saman

2-koyggjukamar u/vindeyga: kr. 1.995

 

Tá 4 ferðast saman

4-koyggjukamar u/vindeyga: kr. 1.995

4-koyggjukamar v/vindeyga: kr. 2.095

 

 

SNARMAT

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals . 16. feb 15:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 18. feb 06:00
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 18. feb 14:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.