34 59 00

Treytir fyri vetrarsigling til Íslands

Treytir og kunning vísandi til vetrarsigling til Íslands

 

Gevið gætur! Tað kann koma fyri, at ferðin úr Føroyum til Íslands verður seinkað, framskundað ella avlýst grundað á veðurlíkindi, ið tarna tryggari ferðslu.  Hetta kann bera við sær, at ferðandi kunnu fáa óvæntaðar útreiðslur. Undir slíkum umstøðum, kann Smyril Line ikki ábyrgdast av at veita endurgjald ella bjóða aðrar ferðamøguleikar ella syrgja fyri innivist. Hesar útreiðslur verða at gjalda av tí ferðandi sjálvum. Smyril Line fer tó at bjóða ferðandi, ið á henda hátt verða tarnaði í at ferðast víðari til Íslands, at búgva umborð á Norrønu, við teirri treyt, – at ein rímiligur prísur verður goldin fyri vistarhald.
 
Avlýsing, grundað á veðurlíkindi, er staðfest eina ferð í 2013, meðan ongar avlýsingar hava verið í 2014, 2015 og 2016 meðan Norrøna hevur siglt til Ísland í vetrarhálvuni.  Broytingar kunnu koma fyri í ferðaætlanini, tí hædd altíð verður tikin fyri tryggari ferðslu. Um broytingar eru í hendi, verða ferðandi støðugt kunnaði – bæði undan og undir ferðini. 
 
Um skipið Norrøna t.d. ikki fer til Íslands í eina viku og ferðandi umborð ynskja at koma til Íslands  sum skjótast, rindar Smyril Line ikki fyri eina møguliga ferð við flogfari – hesari má kundin sjálv/ur rinda fyri. Um ferðandi í slíkum føri hevur bil við, ið viðkomandi ynskir at flyta við skipinum til Íslands, syrgir Smyril Line saman við kundanum fyri, at bilurin verður fluttur til Íslands næstu ferð Norrøna siglir, uttan kostnað fyri kundan.
 
Um ferðandi við Norrønu, verður veðurfastur í Íslandi, rindar Smyril Line ikki útreiðslurnar í hesum sambandi, so sum gistingarhús, mat v.m. Smyril Line, hjálpir at finna innivist, um tað verður neyðugt.

 

Máltíðir bílagdar áðrenn fráferð

Um máltíðir eru bílagdar áðrenn fráferð og ferðin til ella frá Íslandi er avlýst av Smyril Line, verður kostnaðurin fyri máltíðirnar endurrindaður.

Vetrarsigling

28.10-31.12.2017

 

01.01-31.03.2018
27.10-31.12.2018

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 22. nov 23:59
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 23. nov 21:00
Koma (lokal tíð)
Hirtshals. 25. nov 10:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.