Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - Virkisfundir og ráðstevnur í øðrvísi umhvørvi

Virkisfundir og ráðstevnur í øðrvísi umhvørvi

Í góðum og maritimum hølum við uppvørpu og útsýni yvir hav, eru frálíkir møguleikar fyri at fundarvirksemið bæði verður kveikjandi og effektivt.

Vit hava sett saman hesar fundarpakkarnar, har nærum alt er íroknað. Um tú ert limur í nevnd ella leiðslutoymi, so letur alt seg gera umborð á Norrönu, tá viðvíkur fundar- og skeiðsvirksemi. Vit bjóða tínum virki ella stovni at verða saman á ein øðrvísi hátt og fáa eina samlaða uppliving - bæði í álvara og gaman.

 

Tað, at samansjóva skeiðir, fundir, fyrilestrar ella undirvísing við fyrstafloks mati, útferðum o.ø. inniber, at luttakarin fær eina ógloymandi og samstundis gevandi uppliving.

 

Norröna hevur teir røttu karmarnar, so fundir og ráðstevnur gerast øðrvísi og ógloymandi. Burtur frá gerandisdegnum í frið og náðum og avslappandi pausum, kunnu tit verða saman á ein annan hátt. Um kvøldið eru góðir møguleikar hjá tykkum at njóta ein góðan døgurða í matstovuni Simmer Dim og livandi tónleiki í Naust.

 

Hesir eru bert nakrir av fyrimunum at verða saman til sjós.  

Eisini bjóða vit virkisútferðir í Íslandi og Danmark. Eitt sera gott høvi at samla tropparnar og fáa spennandi og stuttligar dagar saman, kombinera við virkandi arbeiði.

Prísdømi til Danmarkar og Íslands

  • Til Íslands í vár/heyst
    úr kr. 1.695

     

  • Til Danmarkar í summar
    úr kr. 1.495 

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00