Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - Ítróttarfeløg

Ítróttarfeløg

- tilboð til føroyska ítróttin

Royndirnar gjøgnum nógv ár vísa, at Norröna er sera vælegnað tá farast skal uttanlands til kappingar, venjingarlegur osfr. Nevnast kann hondbóltskappingin Partille Cup í Svøríki, Dronninglund Cup í Danmark, venjingarlegur í Lalandia. 

 

Tær seinastu fyrireikingarnar kunnu koma uppá pláss í eitt nú fitnessrúminum, á fótbóltsvøllinum og ella í fundarhølinum. Hevur tú gloymt shortsið, kanst tú shoppa bíligani í Tax Free handlinum. Eftir fyrireikingarnar er tíð til undirhald og hugna í svimjihylinum, við spælimaskinurnar, í ungdómsrúminum ella bara taka tykkum av løttum og njóta túrin umborð.

 

Atløguplássið í Hirtshals ger tað møguligt at koma víðari til Noregs ella Svøríkis uppá minni enn fimm tímar.

 

Niðanfyri ber til at síggja hvussu lættliga tú kemur víðari úr Hirtshals til grannalondini.

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00