Frítíðin byrjar umborð

Bólkaferðir

Komið við Norrönu og latið góðu karmarnar umborð seta dám á ferðina

 

Eru tit ein skúlaflokkur, stovnur, bindiklubbur, ítróttarfelag, virki ella bara ein bólkur, sum ætlar sær út at ferðast saman, so kunnu vit bjóða tykkum góðar bólkaprísir.

Umborð eru karmarnir av teim bestu, so ferðin gerst undirhaldandi og minnisrík. Eisini kunnu vit bjóða eina heildarloysn við uppihaldi og útferðum.

 

Ferðast tit til Íslands, ber til at fáa stuðul frá NATA, ið hevur sum mál at styrkja um samstarvið millum Føroyar, Ísland og Grønland. 

Les meira um NATA her.

 

 

Set teg í samband við okkum og saman leggja vit ferðina til rættis.
Ring á tlf. 345900, skriva á
booking@smyrilline.fo ella støkk inn á gólvið.