Til Danmarkar og aftur á egnum hjólum

Nú páskini eru farin afturum, er heimasíðan gjørd klár til summarið, sum er fyri framman. Allar stuttleikaparkirnar, s.s Legoland, Givskud leyvuparkin og Tivoli í Århus, hava latið upp. Djóragarðnir eru fyltir við djóraungum, so tað er bara at fara avstað

At koyra frá atløguplássinum í Hirtshals til

  • Hirtshals: 15 minuttir
  • Skallerup Klit: 38 minuttir
  • Blokhus: 1 tíma og 7 minuttir
  • Rønbjerg: 1 tíma og 58 minuttir
  • Ebeltoft: 2 tímar og 36 minuttir
  • Bork Havn: 3 tímar og 52 minuttir
  • Seawest: 3 tímar og 57 minuttir

 

Danmark er sum vera mann, eitt ótrúliga dámligt land at ferðast í - bæði til familjuna sum ætlar sær á ein feriudepil, parið sum fer at vitja tær søguligu kráirnar, ella um ætlanin bara er at vitja famlju og vinir.

 

Tað er sera lætt og skjótt at ferðast víðari úr Hirtshals, antin um bilur er við ella ikki. Motorvegurin er beint har, um ferðast verður við bili. Um bilurin er sloppin at standa eftir heima, er tokstøð í Hirtshals, so lættliga slepst til teir størru býirnar í Danmark.

 

 

Tilboð til Danmarkar í løtuni

Tilboð til Danmarkar í løtuni >>

Í løtuni hava vit mong góð páska- og summartilboð til Danmarkar - bæði við og uttan gisting á frítíðardeplum.