Smyril Line gevur yvirskot
05-03-2010
– Hetta er ein staðfesting av, at tær broytingar og umskipanir, ið hava verið seinasta árið, hava verið rættar, segði Peter Holm, forstjóri í Smyril Line.
Smyril Line broytti ferðaætlan 1. januar 2009, og við einum hartil nógv umskipaðum bygnaði umborð, var málsetningurin greiður: at fokusera virksemið og at optimera rakstur og inntøkur. Fokus skuldi flytast frá fyrisiting til tænastu. Hetta skuldi tryggjast við at gera bygnaðin grynri og einfaldari. Konkreta málið var eitt yvirskot á 13 milliónir, eitt mál, ið felagið við ársúrslitinum hevur rokkið.
Sølan hevur verið á leið sum ætlað. Á føroyska marknaðinum var hon tó heldur slakari, enn vónað, men serliga á danska og týska marknaðinum var hon betri, enn mett varð frammanundan. Kostnaðarætlanirnar hava hildið, og á onkrum økjum hevur Smyril Line megnað at rikið felagið bíligari, enn hugsanir vóru um. Í rokniskapinum eru settar av 5 milliónir kr. móti kursmissi og missi til skuldarar, hóast hetta er endaliga úrslitið eitt yvirskot á 15,8 milliónir.
Broyttir møguleikar
Við broytingini í ferðaætlanini varð siglingarleiðin hjá Norrønu dagførd til einans at fevna um tær leiðir, sum hava verið mest eftirspurdar, og sum áður hava verið útseldar í háárstíð. Við hesi tillaging tvífaldaðist kapasiteturin á hesum leiðum um summarið, tá trýstið er størst. Nýggja ferðaætlanin hevði stórar sparingar við sær, tí nú ber til at sigla við munandi lægri manningartali stóran part av árinum. Samstundis framtíðartryggjar broytingin Smyril Line til ætlaða vøksturin komandi árini.
Peter Holm staðfesti, at nýggja ferðaætlanin eisini hevði avbjóðingar við sær:
– Í summarsiglingini eru tíðarkarmarnir trongir, og vandi er fyri seinkingum; men vit mugu staðfesta, at í summar gekk hesin partur væl, ikki minst manning og starvsfólki okkara fyri at takka. Tey gjørdu eitt megnararbeiði. Hetta hevði heldur ikki eydnast uttan framúr góða samstarvið við Taks í Føroyum og tollmyndugleikarnar í Íslandi og Danmark.
Ein væleydnað vend
– Vit í leiðsluni hava ongantíð ivast í, at ætlanin fór at bera á mál, og tí var heldur ikki torført at taka neyðugu stigini og at tora at gera broytingarnar. Vit ivaðust heldur ongantíð í, at kapitalhækkingin í november 2008 fór ikki at verða til fánýtis, men at hon var ein góð íløga í føroyska ferðavinnu og føroyska samfelagið, og at hetta fyri gamlar og nýggjar partaeigarar eisini fer at verða ein gevandi íløga, segði Peter Holm.
Eisini Klaus Kjærulff, nevndarformaður, fegnaðist um úrslitið og um avrikið hjá starvsliðnum:
– Ein tílík vend, sum tann, ið Smyril Line hevur gjørt, ber einans til við dugnaligum starvsfólki og góðari leiðslu. Vegna nevndina vil eg takka starvsfólkunum og leiðsluni fyri teirra stóra og fyrimyndarliga eldhuga, dugnaskap og arbeiðssemi, segði Klaus Kjærulff, ið somuleiðis takkaði partaeigarunum fyri tað álit, ið teir hava víst Smyril Line. Hann fegnaðist um, at góða rakstrarúrslitið, ið ber boð um ta gongd, ið ætlandi skal geva teirra íløgum munandi vinning komandi árini.
Rokniskapurin verður lagdur fyri aðalfundin hjá Smyril Line í apríl.
Vinarliga
Peter Holm, forstjóri
|
tkr./DKK thousand
|
2009
|
2008
|
|
Høvuðstøl / Financial highlights
|
|
Nettosøla / Net sales
|
211.513
|
207.830
|
|
Bruttovinningur / Gross profit
|
109.360
|
52.874
|
|
Starvsfólkaútreiðslur /Staff costs
|
-48.657
|
-60.556
|
|
EBITDA / EBITDA
|
60.703
|
-7.682
|
|
Niðurskrivingar / Write downs
|
0
|
-121.461
|
|
Avskrivingar / Depriciations
|
-20.345
|
-20.723
|
|
EBIT / EBIT
|
40.358
|
-149.866
|
|
Úrslit av kapitalpørtum / Result from
|
|