Matur umborð

Matstovur

Norröna bjóðar gastronimiskar matupplivingar til allar gómar. Veljið millum stóra úrvalið av góðum, løttum mati í kafeteria ella stóra, vælumtókta sjálvtøkuborðið í buffet-matstovuni. Hava tit heldur hug til eitt kvøld við livandi ljósi, gourmet-mati og góðum víni, so roynið frálíku a la carte-matstovuna "Simmer Dim".

 

Matstovurnar umborð bjóða vælsmakkandi vegetariskar rættir. Okkara dugnaligu kokkar hava royndir í at gera mat til ferðafólk við serligum tørvi, m.a. ovurviðkvæmi. Um tygum hava serligan tørv á mati ella eru ovurviðkvom, verða tygum vinarliga biðin um at upplýsa hetta, tá ið tygum bíleggja ferðaseðilin.


 

 

Barrir og náttklubbar

Keypið ein sjuss ella annað, og hugnið tykkum við práti og tónleiki til langt út á náttina í Viking Club. Vilja tit heldur njóta kvøldið í hugnaligum og friðarligum umhvørvi við klavertónleiki, so hava tit møguleikan til tað í Nuast Lounge.