Smyril Line - Treytir og kunning

Kunning og treytir

  • TILMELDING/AVTALUSEMJA

    Sáttmálaviðurskiftini millum kundan og Smyril Line (SML) verða avgreidd við tilmelding og við at skriva út ferðafólkaváttan. Hesar „Vanligu treytir“ verða mettar sum partur av avtaluni, um ikki annað er avtalað. Tað, sum stendur í skránni, lýsingablað og ferðaætlan og/ella øðrum marknað ar røktartilfari hjá SML um viðkomandi ferð, verður mett sum partur av avtaluni, um ikki annað er avtalað. Seravtalur við støði í serligum ynskjum hjá kundanum skulu – fyri at galda – verða ávístar í avtaluni.

  • ALDURSMARK FYRI FERÐANDI

    Aldursmarkið at ferðast við Norrönu er 18 ár. Ferðandi millum 16-18 ár kunnu ferðast einsamøll, um tey hava skrivliga váttan frá foreldrum ella verja.

  • PRÍSUR FYRI FERÐINA (ALLIR PRÍSIR Í DONSKUM KRÓNUM)

    Avgreiðslugjald á kr. 75 fyri hvønn pr. bílegging, tá bílagt verður á alnótini (pinkubørn 0-2 ár undantikin). Verður bílagt gjøgnum telefon ella á annan hátt, er avgreiðslugjaldið kr. 150 fyri hvønn pr. bílegging (pinkubørn 0-2 ár undantikin). Ferðandi úr Føroyum gjalda ferðaavgjald á kr. 120 (frá 16 ár). Øll ferðandi (pinkubørn 0-2 ár undantikin) gjalda eisini eitt oljuavgjald á kr.150  fyri hvønn hvønn vegin til/úr Danmark og kr. 75 fyri hvønn hvønn vegin til/úr Íslandi. Á øllum ferðum, ið eru bílagdar við egnum persónbili ella motorsúkklu, er hæddin í mesta lagi 1,90 m íroknað takviðføri og antennu, og longdin er í mesta lagi 5,0 m, um ikki annað er uppgivið. Eykagjøld eru fyri akfør við størri máti og fyri húsvognar, viðfestivognar o.a.

  • GJALDSKORT

    Tá goldið verður við gjaldskorti, krevur PBS/DIBS eitt avgjald. Sí avgjøld her.

  • FLUTT UM BANKA

    Verður goldið um banka, skal bókingar nummar ( BN ) viðmerkjast.

    Bank Nordik, Húsagøta 3, FO-110 Tórshavn tel +298 330330

    Konto 6460-4932201 SWIFT FIFBFOTX, IBAN code FO11 6460 0004 9322 01    

  • BÍLEGGING

    Kundin skal sjálvur tryggja sær, at tað, sum stendur á ferðaskjali samsvarar við tað, sum hann hevur bílagt. Ferðafólk hava sjálv ábyrgdina av, at SML fær røtt nøvn, sum samsvara við passið hjá teimum ferðandi.

  • GJALDSTREYTIR

    Verður bílagt meira enn 30 dagar fyri fráferð, skal 1. avdráttur, 25 % av ferðaprísinum, tó minst kr. 3.000, verða goldin SML í seinasta lagi 7 dagar eftir bíleggingina. 2. avdráttur skal vera SML í hendi í seinasta lagi 30 dagar fyri fráferð. Verður bílagt styttri enn 30 dagar fyri fráferð, verður allur prísurin fyri ferðina goldin beinleiðis, tá ið pláss verður staðfest, og í seinasta lagi 48 tímar eftir plássváttan. Verða omanfyri nevndu treytir ikki hildnar, kannar SML sær rætt til at ó gilda tað bílagda og krevja gjald sambært reglun um um avlýsing. Ferðir, ið hava virði upp til kr. 3.000, skulu gjald ast samstundis, sumtær verða bílagdar. Sertúrar skulu gjaldast samstundis, sum teir verða bílagdir. Fyri bólkar eru serligar gjaldstreytir galdandi.

  • TÁ VIÐSKIFTAFÓLK VILJA BROYTA FERÐINA AFTANÁ, AT FERÐASEÐIL ER KEYPTUR

    Tá ið talan er um „bert skipsferð“, er loyvt at broyta ferðir upp til 1 viku fyri ætlaðari fráferð ella heimferð. Verður bílegging broytt, eftir at ferðin øll ella partvís er goldin, verður kravt gjald, sum er kr. 400 fyri hvønn ferðandi. Verður broytingin framd meir enn 31 dagar fyri fráferð, er broytingargjaldið kr. 100 fyri hvønn ferðandi. Gjaldið verður t.d. kravt, tá ið ferðandi broyta fráfaringar- ella komudag, tal á ferðandi, akfar ella navn á ferðaseðli. Er broytta ferðin bíligari enn upprunaliga ferðin, verður munurin ikki endurrindaður. Fyri broytingar í pakkaferðum verða umframt lagdar kr. 100 afturat í broytingargjaldi fyri kamar ið fyri hvørja nátt. Er talan um sertúr ella tilboðsferð, er broyting ikki loyvd, og goldin upphædd verður ikki endurrindað.

  • AVLÝSINGARTREYTIR

    Avlýsingar, skipsferð: Verður avlýst minst 31 dagar fyri fráferð, verður 1. avdráttur afturgoldin minus kr. 300 í avgreiðslugjaldi fyri hvønn. Verður avlýst 30-15 dagar fyri fráferð, eru 50% av ferðaprísinum mist, tó ikki minni enn kr. 300 fyri hvønn. Verður avlýst 14-7 dagar fyri fráferð, eru 75% av ferðaprísinum mist. Verður avlýst styttri enn 7 dagar fyri fráferð, hevur SML rætt til at rokna sær allan prísin fyri ferðina. Avlýsingartreytir, pakkaferðir: Verður avlýst minst 41 dagar fyri fráferð, verður 1. avdráttur aftur goldin minus kr. 350 í avgreiðslugjaldi fyri hvønn. Verður avlýst 40-15 dagar fyri fráferð, eru 50% av ferðaprísinum mist umframt kr. 350 í avgreiðslu gjaldi fyri hvønn. Verður frásagt 14-7 dagar fyri fráferð, eru 75% av ferðaprísinum mist umframt kr. 350 í avgreiðslu gjaldi fyri hvønn. Verður avlýst minni enn 7 dagar fyri fráferð, hevur SML rætt til at rokna sær allan prísin fyri ferðina. Verða flogferðaseðlar avlýstir, og SML ikki fær ferðaseðlarnar afturgoldnar frá flogfelagnum, hevur SML rætt til, umframt vanligu avlýsingartreytirnar hjá SML, at rokna sær tað, ið svarar til prísin á ferðaseðlinum. Avlýsingartreytir, bólkaferðir: Serligar avlýsingartreytir eru galdandi fyri bólkar.

  • AVLÝSINGARAVTALA

    SML skal, tá ið avtalan verður gjørd, geva upplýsingar um møguleikarnar fyri at tekna eina avlýsingaravtalu fyri 5% av ferðaprísinum. Verður ferðaprísurin afturgoldin, verður roknaða gjaldið fyri avlýsing drigin frá. Avlýsingaravtalan tekur við, um tað ikki ber kundanum til at fara avstað, ella kundin í stóran mun verður tarnaður orsakað av deyða ella ringari, brádliga íkomnari sjúku/løsti, ið krevur innlegging á sjúkrahús, læknakravdari sjúkrarøkt, ella tað, ið kann sammetast við hetta (t.d. innbrot), hjá kundanum sjálvum ella hjá hjúnafelaga ella maka, foreldrum ella verforeldrum, børnum ella barnabørnum, systkjum, ommum og abbum, svigarinnu, svági, fylgisneyta, treytað av, at læknaváttan ella løgreglufrágreiðing verður útvegað innan 7 dagar eftir avlýsing. Treytin fyri, at tryggingin tekur við, er, at tann ferðandi skjótast til ber verður læknakannaður – antin hjá egnum lækna ella vaktarlækna. Kundin hevur skyldu til alt fyri eitt ella so skjótt, sum til ber, ella tá tilburður elvir til endurgjald, at ógilda bíleggingina.

  • FERÐATÍÐIR

    Allar tíðir, herímillum komu- og fráfaringartíðir, eru lokalar tíðir og ásettar við fyrivarni fyri veðurlíkindunum. SML kannar sær rætt til at broyta siglingarætlanina og broyta komu- og fráferðarhavn. Í Føroyum eru Kollafjørður og Klaksvík alternativar havnir. Í Danmark eru tað Frederikshavn og Hanstholm. Ferðandi hava skyldu at kunna seg um fráferð og møguligar broytingar á tlf. +298 345900 ella á www.smyrilline.fo .

  • INNSKRIVING

    Ferðafólk við bili ella øðrum akfari skulu verða innskrivað (kekkað inn) í seinasta lagi:

    Ferðafólk við ongum akfari skulu verða innskrivað 1 tíma undan fráferð. Rørslutarnað og ferðafólk við serligum breki skulu verða innskrivað í seinasta lagi 2 tímar und an fráferð. SML kannar sær rætt til at ógilda ferðir hjá persónum, ið ikki eru møttir rættstundis til innskriving. Ferðafólk skulu ikki vænta at fáa atgongd til bildekkið undir sigling. Vit gera vart við, at frá faringartíð er løtan/dagurin, ið stendur á ferðaseðlinum, t.d. kl. 01.15 náttina sama dag. Uppgivin tíð er altíð lokal tíð. Ferðafólk mugu vera fyrireikað upp á bíðitíð í sambandi við innskriving og at koyra umborð og í land; t.v.s. at ferðafólk kunnu ikki vænta at vera komin í land ta tíðina, ið stendur sum komutíð.

    • Tórshavn: 1½ tíma undan fráferð.
    • Hirtshals: 2 tímar undan fráferð.
    • Seyðisfjørður: 3 tímar undan fráferð.
  • PASS

    Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi hava við sær galdandi pass ella annað alment útgivið samleikaprógv við mynd.

  • SERLIGUR TØRVUR

    Rørslutarnað og ferðafólk við serligum breki skulu siga frá tí, tá ið bílagt verður, og somuleiðis skulu tey siga frá tí, tá ið tey verða innskrivað.

  • BARNAKONUR

    Barnakonur kunnu sigla við Norrönu til barsilsviku 35. Hetta er tó altíð undir egnari ábyrgd. Millum barsilsviku 31 og 35 skal læknaváttan fylgja við. M/F Norröna hevur ongan lækna umborð.

  • KØMRINI

    Ferðafólk skulu fara úr kømrunum umleið 1½ tíma fyri komu. Tað kann tó vera øðrvísi; og tíðin verður kunngjørd umborð.

  • BARNASONG

    Tað ber til at leiga barnasong fyri kr. 150 í móttøkuni umborð. Eisini ber til at bíleggja fyri fráferð.

  • VIÐFØRI

    Mælt verður ferðandi við bili til bara at hava neyðugt viðføri við í kamarið. Goymsluskáp til viðføri kann verða leigað frá móttøkuni fyri kr. 50 / kr. 100.

  • EGIÐ FRYSTI- OG FERÐAGÓÐS

    Egið frystigóðs upp í 50 kg ella hægst ½ m3 og egið ferðagóðs upp í 50 kg kann verða tikið við uttan eykakostnað. Í hesum sambandi skal verða víst á, at ein og hvør handilsligur flutningur av góðsi skal verða avgreiddur umvegis Smyril Bluewater.

  • DJÓR

    Tað er ikki loyvt at taka djór við til Íslands. Fyri serstakt gjald er loyvt at taka kelidjór við úr Føroyum til Danmarkar. Hetta er undir egnari ábyrgd og serligum treytum eftir avtalu við SML: Kelidjór skulu verða í djórabúrum á dekki 7. Tað er bert loyvt at taka djór við úr Danmark til Føroya, um steðgað verður í minst 3 mánaðir. Nærri kunning á www.hfs.fo

  • ROYKING

    Tað er bert loyvt at roykja úti á opnum dekki umborð á Norrønu. Brot á hesa reglu viðførir stóra bót.

  • FUNNIÐ FÆ

    Persónligir ognarlutir funnir umborð verða latnir politinum í Tórshavn.

  • TRYGD

    Av trygdarávum kunnu ferðafólk, viðføri og akfør verða kannað, áðrenn farið verður umborð. Ferðafólk mugu ikki hava við sær lutir ella viðføri, ið verður mett sum vandi fyri trygdina sambært altjóða reglum fyri havnir og skip, ella sum kann elva til ótryggleika ella bera í sær vanda fyri trygdina umborð. Alt eftir umstøðunum hevur reiðaríið skyldu og rætt til at koyra slíkt viðføri í land ella oyðileggja tað, um tað er komið umborð, uttan at reiðaríið veit av og hevur givið skrivligt loyvi. Ferðafólk hevur ikki rætt til endurgjald í slíkum føri. Um hendingar av hesum slag hava við sær útreiðslur, eitt nú at skipið skal verða hildið aftur, ikki fær siglt, sum tað eigur, ella virksemið umborð á annan hátt verður tarnað og inntøku missur stendst av, so hevur tann, ið elvdi til útreiðslurnar, skyldu at veita reiðarínum endurgjald. Fólki, ið er ávirkað av rúsløgi ella øðrum rúsevni, kann verða sýtt atgongd til skipið. SML hevur rætt til at vísa burtur ferðafólki, meðan farið verður umborð, ella at koyra ferðafólk í land á ferðini, er ferðafólkið eftir skiparans meting óskikkað til at ferðast ella kann koma sær sjálvum ella øðrum í vanda umborð. Ferðandi skulu akta ávísingar frá manningini. Burturvísing hevur ikki við sær endurgjald fyri goldnan ferðaseðil.

  • PRÍSBROYTINGAR EFTIR,AT AVTALAN ER GJØRD

    SML hevur, eftir at avtalan er gjørd, rætt til at hækka kostnaðin, um økingin stendst av broytingum í flutningskostnaði, herímillum brennievnisprísi, skatti, avgjaldi, samsýning fyri ávísa tænastu, eitt nú flogvallar-, havnar-, lendingarella startavgjaldi ella gjaldoyrakostnaði, ið eru brúkt til at rokna út kostnaðin á ferðini. Seinni prísbroytingar, bæði upp og niður, t.d. at flogvallaravgjald minkar ella veksur, hava við sær, at ferðakostnaðurin minkar ella veksur samsvarandi. Tann avtalaði prísurin kann tó ikki verða øktur við meiri enn 10% av ferðaprísinum; og fráboðan um hetta skal vera komin fram til kundan skjótast til ber og í seinasta lagi 20 dagar fyri fráferð. Um treytirnar fyri eini príshækking ikki eru loknar, kann kundin ógilda avtaluna og fáa inngoldnan pening aftur.

  • BROYTINGAR/AVLÝSING HJÁ SML FYRI FRÁFERÐ

    Um SML avlýsir eina ferð ella ikki fær ferðina í lag sum avtalað, skal kundin verða kunnaður um tað sum skjótast. Hetta er tó ikki galdandi fyri smábroytingar. Samstundis, sum broytingar/ avlýsingar verða fráboðaðar, skal SML upplýsa um kærumøguleikar. Kundin kann møguliga ógilda avtaluna og fáa aftur allan peningin, ið er inngoldin sambært avtaluni, ella fara aðra ferð eftir egnum vali, um ikki SML, uttan órímiligan kostnað ella miss, hevur hetta í boði. Kundin skal, innan rímiliga tíð eftir at hava fingið boð um broytingina, siga SML frá. Vil kundin heldur hava eina dýrari ferð,