Ofta spurt

SP: Skal eg hava pass við?

SV: Tað er sera umráandi at øll ferðandi hava við sær gyldugt pass.

 

SP: Er tað loyvt at nýta ghettoblastara umbord?

SV: Nei. Ghetto blastari eigur at latast inn til móttøkuna, tá komi verður umbord og hann verður so útflýggjaður eigaranum, tá farið verður í land.

 

SP: Hvør er frástøðan millum:

SV: Hanstholm - Seyðisfjørður: 846 fjórðingar

SV: Hanstholm - Tórshavn: 560 fjórðingar

SV: Tórshavn - Seyðisfjørður: 286 fjórðingar

(1 fjórðingur = 1852 metrar ella 1,852 kilometrar.)

 

SP: Hvussu nógv kann eg hava við av frystigóðsi?
SV: Frystigóðs upp í 50 kg ella max 1⁄2 m3 og ferðagóðs upp í 50 kg kunnu takast við uttan eykakostnað. Mælt verður ferðandi við bili til bara at hava neyðugt viðføri við í kamari.


SP: Hvat er klokkan?

SV: Í Íslandi, tann sama sum GMT. Minus 2 tímar í mun til klokkuna í Danmark.

SV: Í Danmark, pluss 1 tíma í mun til tíðina í Føroyum.

SV: Umborð á Norrønu, altíð skipstíð, sum er føroysk tíð.

 

SP: Hvørjar eru innskrivingartíðirnar fyri Norrønu?

SV: Ferðandi við Norrönu verða vinarliga biðin um at møta í Check-In í seinasta lagi:

 

HAVN VIÐ AKFARI UTTAN AKFAR
Hanstholm/Esbjerg seinast 2 tímar áðrenn fráferð seinast 1 tíma áðrenn fráferð
Tórshavn seinast 1½ tímar áðrenn fráferð seinast 1 tíma áðrenn fráferð
Seyðisfjörður seinast 3½ tímar áðrenn fráferð seinast 1 tíma áðrenn fráferð

 

Ferðandi við serligum tørvi verða biðin um at møta í Check-In í seinasta lagi 2 tímar aðrenn fráferð. Ferðandi, sum ikki halda hesar treytir, sleppa ikki við Norrönu og eru at meta sum "no-show"; tvs. at peningur fyri ferðaseðil ikki verður endurgoldin.

 

SP: Hvar fer innskrivingin fram, um ein ikki hevur bil við?

SV: Á farstøðunum í teimum ymisku havnunum.

 

SP: Hvar fer innskrivingin fram, um ein hevur bil við?

SV: Skelti eru í teimum ymsu havnunum sum vísa, hvar innskrivingin er.

 

SP: Nær eigur ein at fara úr kamarinum?

SV: Farast skal úr kahúttini umleið 1½ tíma fyri innkomu. Tað kann tó variera, og tíðin verður kunngjørd umborð.
 

SP: Er skaðastova umborð á Norrönu?

SV: Ja. Heilivágur kann útvegast í samsvar við galdandi sjóreglur. Yvirstýrimaðurin hevur ábyrgd av skaðastovuni og er førur fyri at veita fyrstuhjálp. Yvirstýrimaðurin tekur beinleiðis samband við Landssjúkrahúsið í Tórshavn um tørvur er fyri serkønari hjálp. Um tørvur er fyri tí, kann læknahjálp verða flutt umborð við tyrlu ella sjúklingurin kann verða førdur við tyrlu til nærmasta sjúkrahús. Møguligt er at fáa læknahjálp við tyrlu á øllum økjum har Norrøna siglur.

 

SP: Hvat um eg gerist ring/ur av sjóverki?

SV: Um tørvur er fyri tí, kunna sjóverkstablettir keypast í móttøkuni umborð.

 

SP: Hvat gjaldoyra verður nýtt umborð?

SV: Gjaldoyrað umborð er DKK. Tað ber tó til at gjalda við EUR, NOK, USD, GBP, SEK og ISK seðlum (ikki myntum) umborð. Kursurin á teimum ymsu gjaldoyrunum verður dagliga ásettur umborð. Rátt verður til at veksla pening áðrenn farið verður umborð.

 

SP: Á hvørjum dekki eru teir ymsu hentleikarnir umborð?

SV: Dekk 8: Sky barr.

SV: Dekk 7: fundarhøli.

SV: Dekk 6: Naust Lounge, Norröna Buffét & Simmer Dim.

SV: Dekk 5: Viking Club, Reception, Tax Free handil, cafeteria, archade, biografur.

SV: Dekk 1: Fitness rúm, Pool, Sauna & Sól.

 

Fitness rúm: Upplatingartíðir í tíðarskeiðnum 10.04.10-11.06.10

 

Mánadag 15:00-18:00
Tísdag 14:00-18:00
Mikudag 10:00-14:00
Hósdag 10:00-14:00
Fríggjadag 10:00-18:00
Leygardag 15:00-19:00
Sunnudag 10:00-18:00

  

Fitness rúm: Upplatingartíðir í tíðarskeiðnum 12.06.10-27.08.10

 

Mánadag 12:00-18:00
Tísdag 12:00-18:00
Mikudag 11:00-13:30 & 17:00-20.00
Hósdag 13:30-18:00
Fríggjadag 10:00-16:00
Leygardag 09:00-11:00 & 17:00-20:00
Sunnudag 10:00-16:00

 

Broytingar kunnu koma í upplatingartíðunum.

 

SP: Kann ein bíleggja veking frá móttøkuni?

SV: Hetta er ikki ein tænasta, ið vanliga verður veitt, men fyrispurningar kunna setast í móttøkuni. Um tygum hava eitt luksus kamar og biða um veking kann hetta gerast, við at ringt verður inn á kamarið.

 

SP: Er tað møguligt at fáa atgongd til bildekkini meðan siglt verður?

SV: Trygdarreglurnar banna allari atgongd til bildekkini meðan siglt verður.

 

SP: Hvat kostar tað at nýta sólirnar umborð?

SV: Kostnaðurin er DKK 45 fyri 12 minuttir.

 

SP: Er nakar, ið ansar børnum í svimjihylinum og fitness rúminum?

SV: Nei, foreldur hava sjálvi ábyrgd av børnum teirra í svimjihylinum og fitness rúminum, og børn undir 15 ár kunnu einans vera í svimjihylinum og fitness rúminum saman við foreldrunum.

 

SP: Er tað loyvt at taka húsdjór við umborð?

SV:Djóraflutningur fer fram fyri serstakt gjald, fyri egna ábyrgd og undir serligum reglum eftir avtalu við SML. Til Danmarkar og Føroyar kunnu djór takast við undir serligum umstøðum. Sí eisini www.hfs.fo fyri nærri kunning.

 

SP: Er tað lætt at koma fram allastaðni umborð hjá koyristólsbrúkarum?

SV: Tvær lyftir eru framman og tvær aftan á skipinum. Ein kann koma við lyftu til øll dekk uttan dekk 1, har fitnesshøli og svimjihylur er. Tað er lætt atkomiligt allastaðni umborð hjá fólki í koyristóli, men tó tørvar teimum hjálp at koma á bátadekkini. Vinarliga gerið vart við, um tygum eru rørslutarnað, tá tygum bóka ferðaseðilin.

 

SP: Hvussu nógv viðføri er loyvt at hava við umborð?

SV: Loyvt er at hava upp til uml. 50 kg av persónligum viðføri. Um viðførið er søluvøra vera tygum vinarliga biðin um at seta tygum í samband við Smyril Blue Water.

 

SP: Ber til at hava barnavogn við umborð?
SV: Ja, men av trygdarávum kann barnavognurin ikki standa á gongdunum umborð, men eigur at standa inni á kamarinum.

 

SP: Hvar finnur ein “tourist information” á teim ymisku ferðamálunum:

SV: Í Íslandi: www.visiticeland.com

SV: Í Føroyum: www.exploringfaroeislands.com, www.exploringfaroes.com, www.visit-faroeislands.com og www.faroeislands.com

SV: Í Danmark: www.visitdenmark.com

  

SP: Hvussu koyra bussarnir frá Seyðisfirði til Reykjavíkar?

SV: Bussur koyrir frá Seyðisfirði til Egilstaðir og síðani frá Egilstaði til Akureyri. Neyðugt er at liggja nátt í Akureyri og dagin eftir koyrir bussur frá Akureyri til Reykjavíkar.

Sv: Bussur koyrir frá Seyðisfirði til Egilstaðir og síðan frá Egilstaði til Höfn. Neyðugt er at liggja nátt í Höfn og dagin eftir koyrir bussur frá Höfn til Reykjavíkar.

 

SP: Hvar fæst leiðbeining um innanlendis ferðafólkaflutning í Íslandi?

SV: www.dice.is  www.bsi.is

 

SP: Hvussu langa tíð tekur tað at koyra frá Seyðisfirði til Reykjavíkar í einum strekki (stytsta strekki)?

SV: O.u. 7-8 tímar við bili.

SV: O.u. 8-9 tímar í bussi.

 

SP: Er neyðugt at gjalda Diesel Skatt í Íslandi?

SV: Nei

 

SP: Hvat um ein hevur gloymt okkurt umbord?

SV: Persónligir ognarlutir funnir umborð verða latnir politinum í Tórshavn.

 
Matur umborð