|
|
Sum øllum kunnugt hevur nevndin í Smyril Line lagt eina nýggja ætlan fyri felagið og hevur stungið út í kortið eina skilvísa fíggjarkós fyri Norrønu.
Ætlanin hjá Smyril Line byggir á eitt realistiskt turnaround – ikki bert á budgettinum, men ígjøgnum sparingar, effektiviseringar og inntøkur. Men skuldi ætlanin yvirhøvur bera til, skuldi Smyril Line fram til 1. apríl hava tilførdar 65 mió. kr., harav 32 mió. kr. sum skjótast. Hetta hevur nú eydnast við innskoti frá Føroya landsstýri.
Ætlan okkara fer at broyta siglingina hjá Smyril Line á ymsan hátt, og vit vilja við hesum kunna almenningin um ætlan okkara.
|
| |
| |
| |
Verandi siglingarleiðir – neyðugar broytingar
Smyril Line hevur gjøgnum øll árini siglt upp á Føroyar, Ísland, Danmark, Noreg og Hetland/Skotland. Fólk hava verið glað um hesa sigling, men tað skerst ikki burtur, at siglingin upp á Noreg og Hetland/Skotland hevur givið stórt undirskot. Sum partur av nýggju ætlanini hevur Smyril Line tí gjørt at at sleppa hesum leiðum og fer nú fult og heilt at savna seg um leiðina millum Føroyar, Ísland og Danmark.
Henda avgerð er bygd á hagtøl yvir inntøkur felagsins av verandi siglingarleið. Strikumyndin niðanfyri vísir peningarenslið, har breiðastu strikurnar høgrumegin vísa mesta inntøkustreymin. Útreiðslur av siglingini eru ikki við.
|
| |
| |
| |
Strikumynd yvir inntøkur av verandi siglingarleið hjá Smyril Line (tøl í tús. kr.)

|
| |
| |
| |
| |
Nýggjar siglingarleiðir – ein neyðugur hornasteinur undir rakstrinum
Fyri at venda gongdini hjá Smyril Line og fyri at gagnnýta inntøkumøguleikar og kapasitet felagsins, er avgerð nú tikin um at skipa siglingina hjá Norrønu eftir hesum leisti:
Summarsigling:
Verandi leið: Hanstholm, Tórshavn, Bergen, Scrabster, Tórshavn, Seydisfjørður, Tórshavn, Hanstholm.
Nýggj leið: Hanstholm, Tórshavn, Hanstholm, Tórshavn, Seydisfjørður, Tórshavn, Hanstholm.
Vár- og heystsigling:
Verandi leið: Hanstholm, Bergen, Tórshavn, Seydisfjørður, Tórshavn, Bergen, Hanstholm.
Nýggj leið: Esbjerg, Tórshavn, Seydisfjørður, Tórshavn, Esbjerg.
Vetrarsigling:
Verandi leið: Hanstholm, Tórshavn, Hanstholm.
Nýggj leið: Esbjerg, Tórshavn, Esbjerg.
|
| |
| |
| |
Útgreinaðir fyrimunir við nýggju siglingarleiðunum
Nýggju leiðir okkara hava fleiri fyrimunir. Vit fáa møguleikan at bjóða fleiri kundum beinleiðis samband millum Føroyar, Ísland og Danmark, har teir áður hava noyðst at ferðast umvegis Hetland/Skotland ella Noreg, og vit fara eisini at bjóða tvær fráferðir um vikuna úr Danmark, har eftirspurningurin eftir tænastum okkara er størstur, bæði frá ferðafólki og flutningsfyritøkum. Ein triði vinningur er eisini, at vit gera sigling okkara munandi einfaldari at skilja og selja sum søluvøru. Í stuttum optimera vit nettosøluna og kapasitetin hjá Smyril Line og gera vøruna lættari at selja.
Fyrimunirnir við nýggju siglingarleiðunum hjá Norrønu eru í stuttum útgreinaðir niðanfyri eftir árstíðunum.
|
| |
| |
| |
Summarsiglingin
Hanstholm, Tórshavn, Hanstholm, Tórshavn, Seydisfjørður, Tórshavn, Hanstholm.
- Leiðin er munandi lættari at skilja og selja sum søluvøra.
- Smyril Line nøktar tørvin, har hann er størstur.
- Smyril Line sparir 13,6 mió. kr. við at sleppa siglingini upp á Noreg og fær samstundis meira kapasitet á leiðini millum Føroyar, Ísland og Danmark.
- Smyril Line sparir 500.000 kr. við at sleppa skotlanssiglingini og kann seta henda kapasitetin av til leiðirnar, sum bera seg.
- Við einum dupulttúri millum Føroya og Danmarkar um vikuna fær Smyril Line eitt eykagjald á 10 mió. kr. frá Smyril Blue Water, av tí at teimum tá ikki tørvar eitt eykaskip í summarsigling síni.
- Við at leggja um siglingina fær Smyril Line 30 mió. kr. í meirinntøkum frá Smyril Blue Water.
- Umframt at nýggja leiðin er ein betri søluvøra, bíligari at reka og gevur munandi meirinntøkur, gevur hon eisini Smyril Line møguleikan at gagnnýta kapasitetin hjá Norrønu nógv betur. Skipið fer at kunna nøkta teir fyrispurningar, ið hava kunnað givið felagnum fíggjarligan vinning, men sum vit higartil hava verið noydd at siga frá okkum orsakað av gomlu siglingarleiðini.
|
| |
| |
Vár- og heystsiglingin
Esbjerg, Tórshavn, Seydisfjørður, Tórshavn, Esbjerg.
- Við at leggja Bergen burturúr og at sigla upp á Esbjerg í staðin fyri Hanstholm bjóðar Smyril Line ferðafólkum og ikki minst farmakundum eina góða og álítandi tænastu, ið gevur betri infrastruktur og skjótari samband við týðandi marknaðir.
- Smyril Line fær betri regularitet og færri avlýsingar fyri veður við at sigla upp á Esbjerg.
- Munandi styttri verður til Norðurtýsklands, ið er skjótast vaksandi marknaður hjá Smyril Line.
- Smyril Line fær eina væntaða meirinntøku, av tí at flutningsfeløg kunnu spara pening við at flyta uml. 6000 treylarar við Norrønu, heldur enn at lata teir koyra eftir vegunum.
Umframt nevndu fyrimunir og meirmøguleikar sparir Smyril Line eisini 5 mió. kr. í hotellpeningini við at sleppa noregssiglingini.
|
| |
| |
| |
Vetrarsiglingin
Esbjerg, Tórshavn, Esbjerg.
- Somu fyrimunir sum við vár- og heystsiglingini.
|
| |
| |
Eitt realistiskt turnaround – ætlanin í tølum
Ar vit nevna ætlan okkara eitt realistiskt turnaround er tí, at hon er ikki grundað á metingar, uttan á faktuell tøl og á faktuellar avtalur. Av ótryggleikum er kortini at nevna, at vit vita ikki enn, um vit náa at gera alla umleggingina nóg skjótt, so at vit fáa gagnýtt allar møguleikar í 2009.
Niðanfyri síggjast tøl fyri ætlan okkara í sparingum og inntøkum.
|
| |
| |
| |
Sparingar – niðurlagdar leiðir
| |
Noreg: |
13,6 MDKK |
| |
Skotland: |
0,5 MDKK |
| |
Hotell: |
5,0 MDKK |
| |
Samlað sparing: |
19,1 MDKK |
|
| |
| |
| |
Sparingar – minni oljuútreiðslur
Smyril Line væntar munandi lægri oljuútreiðslur í 2009 enn í 2008. Størsta orsøkin til hetta er, at vit gera eina fasta 1 árs avtalu við veitara um ein fastan oljuprís. Vit hedga oljuna, sum tað eitur á marknaðarmáli. Hetta er munandi bíligari, samstundis sum felagið sleppur undan óvissuni um skiftandi oljuprísir.
| |
2008: 17.000 MTS á 3.000 DKK: |
51,0 MDKK |
| |
2009: 18.400 MTS á 2.000 DKK: |
36,8 MDKK |
| |
Samlað sparing: |
14,2 MDKK |
|
| |
| |
| |
Sparingar – nýggja FAS-lógin
Broytingar í nýggju FAS-lógini fara bøta um raksturin av Smyril Line. Við støði í 2008 eru útlit fyri at spara 3 mió. kr. í 2009, har sum afturberingarprosentið verður broytt frá 30 til 35%.
|
| |
| |
| |
Inntøkur – mistar
Nýggja ætlanin hevur eyðvitað eisini mistar inntøkur við sær. Hesar fara fyrst og fremst at verða á ferðafólkaøkinum. Útgreinaðu tølini eru í høvuðsheitum hesi:
| |
Søla á norska marknaðinum:* |
-14,9 MDKK |
| |
Søla á nýggju leiðini:** |
10,0 MDKK |
| |
Søla til og úr Skotlandi: |
500.000 DKK |
| |
Samlaður missur: |
-4,4 MDKK |
*) Allur norski marknaðurin verður ikki mistur. Hetta kemst av, at Norrøna er framvegis einasti møguleiki hjá norðmonnum at ferðast til Føroya og Íslands í bili, og hartil er væntandi, at føroyingar, sum eru búsitandi í Noregi, og føroyingar, sum vilja ferðast til Noregs í egnum bili, fara at ferðast til Noregs við Norrønu um Danmark.
**) Væntandi fer nýggja siglingarætlanin at økja um inntøkurnar frá ferðafólki við 10,0 mió. kr., svarandi til eina øking uppá 5%.
|
| |
| |
| |
Inntøkur – vunnar
Vinningurin av nýggju siglingarætlanini hjá Smyril Line fer fyrst og fremst at stava frá farmaflutninginum, ið verður sterkasta støðið undir nýggju ætlan felagsins. Útgreinaðu tølini eru í stuttum hesi:
| |
Eyka slots charter frá Blue Water: |
16,2 MDKK |
| |
Seinni fráferð úr Føroyum: |
3,8 MDKK |
| |
Betri nýtsla av Norrønu: |
10,0 MDKK |
| |
Samlaður vinningur: |
30,0 MDKK |
|
| |
| |
| |
Tað nýggja Smyril Line – samlað tøl 2008/2009
| |