Komu- og fráferðir

     

 

Ferðandi við Norrönu verða vinarliga biðin um at møta í Check-In í seinasta lagi:
 

HAVN

GPS-BÚSTAÐUR

VIРAKFARI

UTTAN AKFAR

Hanstholm Skelti vísa veg til innskrivingina seinast 2 tímar áðrenn fráferð seinast 1 tíma áðrenn fráferð
Tórshavn Havnargøta ella Eystara Bryggja seinast 1,5 tíma áðrenn fráferð seinast 1 tíma áðrenn fráferð
Seyðisfjørður Hafnargøta seinast 3 tímar áðrenn fráferð seinast 1 tíma áðrenn fráferð

 

Ferðandi við serligum tørvi verða biðin um at møtu í Check-In í seinasta lagi 2 tímar aðrenn fráferð. Ferðandi, sum ikki halda hesar treytir, sleppa ikki við Norrönu og eru at meta sum "no-show"; tvs. at peningur fyri ferðaseðil ikki verður endurgoldin.

 

 

Tak viðførið við tær

Bildekkið er stongt meðan siglt verður. Tak vinarliga tað viðførið, sum tú ætlar at nýta umborð, við tær upp á kamarið. Øll ferðafólk undantikið bilførari verða biðin at nýta landgongdina umborð á skipinum.

 

 

Frystivørur

Frystigóðs skalt tú lata inn við check-in 2 tímar áðrenn fráferð. Frystigóðs skal verða væl merkt við navni og bústaði eigarans. Tá tú letur inn frystigóðsið, skalt tú vísa ID og boardingkort. Møguliga verður tú biðin um at lata frystipakkarnar upp. 

 

 

Tax-free í Hanstholm

Tollararnir sita í tollhúsinum við síðuna av bilarøðini (sí kort) leygardag kl. 14.00-17.00 og týsdag kl. 08.00-10.00. Tú kanst vænta, at tú verður biðin um at vísa fram vørurnar.

 


 

FRÁFERÐ KOMA
Staður Fráferð Mett fráferð Staður Koma Mett koma